Skip to main content

Bestu norðurlendsku filmar á DR K


Tað er ikki bara fótbóltur, sum fær sjónvarpsredaktiónir at rudda skránna. Í sjey dagar innan norðurlendska filmsvirðislønin verður handað í konsertsalinum hjá DR, týskvøldið 1. november kl 19:00, fer sjónvarpsrásin DR K at kjakast um og vísa tað besta av nýggjum norðurlendskum filmi. Sýningarnar eru kl 20:30.

Mánakvøldið byrjaði við kjaki í sendingini Salon K um tað norðurlendska í filmi, afturvið eini meting av støðuni í altjóða ljósi. Per Juul Carlsen, sum er limur í norðurlendsku dómsnevndini og programmedarbeiðari í DR, helt, at serliga svenskur filmur er tyngdur av eini turrisligari sosialrealismu, sum var tað ein skúlabók við uppgávum og ávising til skúlapsykolog afturvið.

Eftir hesa bersøgnu meting, varð svenski familjususpense filmurin Force Majeure (Ruben Östlund 2014) sýndur. Ein av framleiðarunum, Katja Adomeit, er sami filmsframleiðari, sum Sakaris Stórá í løtuni arbeiðir saman við. Filmsfelagið vísti Force Majeure fyri fullum sali í Havnar Bio í fjør. Sami filmur verður sýndur enn einaferð á DR K leygarkvøldið kl 22:05.


Týskvøldið sýnur DR K norska filmin Oslo, 31. august (Joachim Trier 2011). Leisktjórin er ein av teim fimm, sum eru í uppskoti at fáa norðurlendsku filmsvirðislønina í ár. Tað er fyri filmin Louder Than Bombs (2015), sum í stóran mun er á fronskum. Kanska hevur hin harðkókaði danski Under Sandet (Martin Zanvliet 2015), har týskir tannáringar verða settir at rudda minur fram við donsku Vesturhavsstrondini beint eftir krígslok, betri møguleika at fáa norðurlendsku virðislønina. Sami filmur kundi eisini fingið Oscarvirðisløn sum besti útlendski filmur.


Mikukvøldið er høvið at síggja íslendska filmin Hross í oss (Benedikt Erlingsson 2013), sum fekk norðurlendsku filmsvirðislønina í fyrrárið, tá Norðurlandahúsið sýndi hann við leikstjóranum til staðar. Við filminum Fúsi (Dagur Kári 2015) vunnu íslendingar aftur norðurlendsku filmsvirðislønina í fjør. Íslendski filmurin, sum er við í ár, er Þrestir (Rúnar Rúnarsson 2015), ið Filmsfelagið sýndi sum part av Filmsdøgum í Felag í september í ár. Ein hugvekjandi filmur, ið aftur er virðislønarverdur.


Hóskvøldið verður norski filmurin Blind (Eskil Vogt 2014) vístur á DR K. Fríggjakvøldið kl 20:30 sýnur DR K tann av nýggju norðurlendsku filmunum, sum eg mest vil viðmæla. Tað er drúgvi filmurin hjá danska Lars von Trier Nymphomaniac (2013), sum eg sá í Grand í Keypmannahavn, tí eg væntaði ikki, at hann fór at verða vístur í Føroyum. Rætt hevði eg, men nú er høvið at síggja hann í markleysum sjónvarpi á DR K.

Leygarkvøldið er svenski filmurin Svenskjävel (Ronnie Sandahl 2014) á skránni, og sunnukvøldið hin finski Betongnáttin (Pirjo Honkasalo 2013).

Kvøldið fyri at norðurlendska filmsvirðislønin verður kunngjørd, týsdagin 1. november, vísur DR K ein hin sterkasta og samstundis mest poetiska norðurlendska arbeiðarafilmin í nýggjari tíð, Den enfaldige mördaren (Hans Alfredson 1982). Filmsfelagið vísti filmin í Sjónleikarhúsinum meðan hann enn var nýggjur og Pauli ráddi fyri borgum.


Norðurlendskur filmur hevur tað gott, og hevur lukkast støðugt at leggja afturat tí filmsmáli, sum undangongupersónar hava lagað í hálva øld og meir. Hvørt ár síggja vit nýggj og óvæntað norðurlendsk filmisk avrik, og leikstjórar higani gera seg meir enn nakrantíð galdandi í stórum altjóða framleiðslum. Í samanrenningini við sjónvarp er besta dømi danska Susanne Bier, sum í ár stóð fyri røðini The Night Manager og helst setti seg á nethinnuna hjá mongum sum ein komandi James Bond leikstjóri.

Handilsliga og fólksliga eru tó enn stórar forðingar at vísa nýggjan norðurlendskan film og gera hann atkomuligan fyri ein stóran skara í grannalondum fyri norðan. Men kanska eru tær forðingarnar bara í okkara egnu høvdum, nú tøknin at taka niður film, og at vísa hann, eru lagaligari og betri enn nakrantíð.