Skip to main content

Eplafestivalur í Trøðum


Her er eitt hjartaskapað epli sett á eina bilantennu yvir í Trøðum á Sandi. Farna vikuskifti var býlingurin á øðrum sinni karmur um Eplafestivalin, sum helst er mest sermerkta tiltak í landinum, og gevur lokalum eins og avbygdafólki høvi at síggja heimin, sum er í túninum, av nýggjum.


Her er Katrin Petersen, sum saman við Honnu á Reynatúgvu er drívmegin í eplatiltakinum. Katrin bjóðar heimagjørd kips úr eplaflísum.

Løtu seinni lesur Oddfríður brot úr nýggjum yrkingasavni, sum kemur í november. Eina yrkingin ber boð um, at vit hava gott í væntu frá Oddfríði. Kanska tað besta nakrantíð. Upplestrartræðið yviri í Trøðum er pyntað til eina yrking hjá Alexanduri Kristiansen, sum Oddfríður eisini lesur í mikrofonina, so øll hoyra. Tí er hann í hátalaravesti.


Á næstu trappu í sama túni verður kunngjørt hvør hevur vunnið eplakast á bønum, og hvør hevur gjørt besta eplarættin í ár. Dómsnevndin greiðir frá fjølbroyttu uppskotunum og kunngerð, at vinnarin er ein eplakøka hjá Elini Olsen.


Í Beiti fáa vit heita eplasúpan, og hjá Eyðbirni smakka vit, við enn betri útsikt av Sandabrekkuni, seinasta gularótabreyðið frá bakaranum, Anfinni, sum eftir 40 arbeiðsárum letur aftur, og fekk eitt gávubreyð frá øllum handlunum í oynni, gjørt úr steini. Sandoyggin er uttan kapping stuttligasta oyggj í verðini. Anfinn lærdi hjá Conrad Skaale í Havn.


Sølubásar eru, har til ber at keypa sápu úr tálg og súltutoy úr rabarbum og jarðberum.


Við Eystanveg á Sandafløtti millum Sandsvatn og Mølheyggjarnar stendur Pól Jóhannis Hentze, sum er úr Trøðum, og selur epli, røtur og salat.


Mest sjáldsama tiltakið á Eplafestivalinum var takkargudstænastan, sum presturin, Havstein Klein, skipaði fyri. Í innbjóðignin verður sagt, at nú heystið og slaktið er í hondum, verður skipað fyri heysttakkargudstænastu. Prestur sigur, at Sands bygd er landbúnaðarbygd burturav, nógv verður velt, epli, korn, røtur og annað grønmeti. Oktober er mánaðurin, tá ið slaktið er, og á Sandi er nógvur seyður, og menn eru spentir at vita, hvør ið eigur tann størsta veðrin og tyngsta lambið. Leygarkvøldið møta vit í kirkjuni, har børn fara at bera grøðina fram í kór, so vit síggja ein part av henni, sum vit fara at takka fyri, sigur prestur.


Um kvøldið er fulsett heystgildi við Leif Sørensen sum kokki. Leif kallar stílin pakkhúsmat, helst tí at alt er borðreitt í einum ráum verkstaði, og teir sjey rættirnir koma inn á borðið í ymsum pakningum og íløtum. Men fyrsti eplarættur kom inn á borðið á siðbundnum postalínstallerki.


Á borðinum eru livandi prýði úr nærumhvørvinum, sum í hesum føri er seksraðað bygg. Avbjóðingin er at halda fram við hesum autentisiteti, uttan at handilslig átøk, sum hoppiborgir og annað handilsligt fjas, sleppa at draga frá. Upplivingar, søgur og matur í túninum, tað er karmurin. Ikki bara hvør sum helst matur, men matur sum er tematiskur, og setur dagligt lív á staðnum í ein innbjóðandi heystgildiskarm, tað er uppgávan, sum eg síggi hana. Storytelling og slowfood. Akkurát sum á sjómannadegnum í Klaksvík og Heystfagnaðinum á Eiði. Gott, at fólk tíma hetta, sum ger lívið so nógv ríkara, serliga hjá fólki úr Havn. Takk fyri hesuferð!