20.10.16

Fyrilestur undan filminum "Havið Brennur" (Fuocoammare) í Filmsfelagnum


»Nær fanin endar hesin gallskapurin?«, vildi barreigarin vita.

Hann stóð og hugdi at einum tómum, svørtum gummibáti, sum sløddist á strondini á grisku oynni Lesbos fyri einum ári síðan.

Hann sá ikki út av nógvum, gummibáturin. Tað var ikki til at fata, at sløk 50 fólk høvdu ferðast í honum úr Turkalandi.

Men barreigarin visti ikki síni livandi ráð. Hann tímdi hetta ikki meira.

Stríði streymurin av skroybiligum gummibátum var einfalda orsøkin til, at grundarlagið hjá honum var farið at ridla. Og væl tað.

Ferðavinnan á Lesbos var fyri stórum bakkasti. Oyggin við teimum 90 túsund fólkunum, sum í høvuðsheitum livdu av ferðavinnuni.

Nú vildu ferðafólk av góðum grundum ikki lata seg hjúkla um á strondini, meðan flóttafólk í hópatali vassaðu upp úr vatninum.

Ferðafólkini valdu Lesbos frá. Og munandi færri pengar komu í kassan hjá barreigaranum.

Sjálvur segði hann seg hava tikið stikkaran úr moralsku kontaktini.

Hann hevði fingið nokk. Har var einki at rafla um. Flóttafólkini høvdu einki at gera har, og tey sum rættu flóttafólkunum eina hond vóru ikki væl lýdd.

***

Dagin eftir fekk 33 ára gamli Omar úr Irak, vátur, kaldur og svangur, fast undir føtur aftur. Hann var ein teirra, sum vassaðu upp á strondina, rópandi til sín Gud í takksemi.

Knappliga eitt ár varð farið, síðan kríggið kom til hansara, grannabygdirnar vóru farnar í sor, so hann pakkaði sær ein lítlan ryggsekk og fór avstað.

Í meira enn 365 dagar hevði hann verið á ferð frá morgni til myrkurs, uttan mun til veður.

Í viðførinum hevði hann ikki nógv meira enn eina fartelefon, sítt brongluta enska mál og vónina um eina friðarliga tilveru í Evropa.

Hendan fyrrapartin hevði hann keypt sær ein ferðaseðil við gummibáti úr Turkalandi til Lesbos.

Tað kostaði honum slakar 7500 krónur at sigla hasar fimm kilometrarnar yvir um havið.

Hann hevði ikki aðrar møguleikar. Skuldi tú hava hjálp frá sokallaðu menniskjasmuglarunum, so skuldi tú vera sinnaður at rinda fyri tað.

Nú stóð hann við tómum pengapungi í flóttafólkaleguni við einari fløsku við lunkaðum vatni og einari banan, sum sjálvboðin hjálparfólk úr Avstralia, Onglandi, Danmark, Norra og Týsklandi høvdu givið honum.

Tí meginparturin av teimum lokalu vildu ikki vita av honum.

Omar var ikki tann einasti. Hann var ein av fleiri hundrað, sum vassaðu upp úr vatninum á Lesbos hvønn dag.


Barreigarin og Omar staðfestu týðiligu djevilsku tvístøðuna í hesi ringastu humanitæru kreppuni um okkara leiðir seinastu 60 árini.

Flóttafólkakreppan er ein frontalur samanbrestur millum vælferðina øðrumegin og mannarættindini hinumegin.

Tí hvat er moralur?

Sleppa ov nógv flóttafólk innum, er vandi fyri, at vælferðin hoknar undan.

Moralska skyldan er at seta píkatráð upp fyri at verja okkara samfelagsskipan og okkara  vælferð, helt barreigarin.

Men nokta vit flóttafólkunum innum, verða mannarættindini tikin frá teimum.

Mannarættindini, sum vit hava breggjað okkum av, og sum júst eru snikkað saman til fólk, sum vera pínd ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin.

Tað er í slíkum førum, at tað av álvara gevur meining at tosa um, at øll menniskju hava krav um rættindi og frælsi, uttan mun til rasu, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring.

Tað er nú, tá tey neyðstøddu koma bønandi til okkara, at vit skulu vísa í verki, at ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.

Hesi spinklu dømini vísa, at moralur í politikki er ikki altíð tað sama sum moralur millum menniskju.

Hvat er rætt, og hvat er skeivt?

Tað er upp til tín at gera av. Men tað vísir seg at vera grúðiliga lætt at siga, at sjálvandi hava øll rætt til lív, frælsi og persónliga trygd. Lættari sagt enn gjørt.

***

Hetta er ikki ein kreppa, sum bara rakar flóttafólkini. Hetta rakar okkum øll. Eisini sakleysa barreigaran á Lesbos. Og tað skal takast við í roknistykkið.

Politiska mótrørslan, sum nú er kveikt til lívs, heldur tíðina hava víst, at vit kunnu ikki lata øll koma til okkara, og at vit mugu seta mørk í strembanini eftir fjøltáttaða og rúmliga samfelagnum.

Solidariteturin tykist vera ov nógv av tí góða, tí sosialu skipanirnar í teimum einstøku evropeisku londunum rigga ikki fullvæl fyri tey, sum rinda inn í hana.

Nógv fremmandafólk hava eisini trupult við at tillaga seg umstøðurnar og mentanina í Evropa.

Tí spenna ultranationalistiskir flokkar seg út í Evropa í hesum døgum. Hjá teimum ræður í høvuðsheitum um at seta týðilig krøv til inklusjón og eksklusjón – og ikki minst at kobla terroratsóknirnar til flóttafólkastreymin, sjálvt um hesi flóttafólkini renna undan terroratsóknum.

Og fólk eru óttafull. Og óttin er grundaður. Tí tað eru nógvar søgur um miseydnaða integrasjón. Ringu søgurnar styrkja eisini óttan. Ein ótti, sum ikki bara skal takklast við at tveita orðið rasistar eftir teimum.

Hinvegin.

Nógv frásiga sær alla ábyrgd fyri okkara medmenniskjum, sum vit annars breggja okkum av undir navninum á mannarættindum.

Verður tað megintátturin, missa vit evnini at skyna mun á røttum og skeivum í tí, sum fyriferst millum fólk.

Vit missa samvitskuna, vit missa dømievnini, tá vit reisa spurningin, um vit skulu lata sum einki og lata tey drukna.

Tað at hjálpa flóttafólkum eigur av røttum ikki at vera ein spurningur, um tað er fyrimunur ella ein vansi fyri okkum.

Eg meini so við: Skal tað vera ein fyrimunur at bjarga einum øðrum menniskja?

Og so eru tað tølini, sum skulu passa. At avmarka eina humanitæra kreppu til ein kassa við tølum er ikki til at fyrigeva.

Sum ein argumenteraði: At gera tað rætta gevur eitt vánaligt úrslit, at gera tað skeiva gevur eitt gott úrslit.

Men at tillaga umstøðurnar, so tølini passa, er at gera menniskju ómenniskjaslig. Vit gloyma tá, at tað eru skuldaleys livandi fólk, børn og familjur, ið hava verið fyri órætti, sum ger, at tey hava brúk fyri hjálp í stundini.

Hesi fólkini, sum flýggja undan harðrendari islamismu, verða skipað sum tøl, ið skulu passa í ein frymil.

Meina vit mannarættindi, so ræður um at taka ábyrgd, vælvitandi, at tað krevur at bera byrðarnar, sum eru við.

Annars eru mannarættindi bara eitt meinaleyst bringuprýði.


Hvørji eru so hesi flóttafólkini, sum uttan himpr seta sítt lív í vanda fyri – kanska – at røkka einum betri stað?

Har vóru eldri pør við ommubørnum og abbabørnum, tí foreldrini vóru dripin.

Har var maðurin, sum las oljuverkfrøði. Hann hevði skrivað serritgerðina, men fekk ikki latið hana inn, tí universitetið var bumbað. Nú vildi hann til Norra at avlevera serritgerðina.

Har vóru teir dreingirnir, sum ikki rýmdu undan kríggi, men bara droymdu um eina betri tilveru. Nú skuldi drongurin finna arbeiðið í Evropa fyri at tjena pengar til familjuna.

Og so vóru tað teir, sum skuldu gera hernaðarskyldu fyri Assad, men rýmdu í stundini fyri at sleppa undan.

Annars eru tey júst sum vit.

Summi hava pengar, onnur hava ikki.

Summi hava útbúgving, onnur hava ikki.

Summi duga enskt, onnur duga ikki.

Summi eru takksom og eyðmjúk, onnur eru tað ikki.

Summi eru fólkalig, onnur eru tað ikki.

Summi rudda upp eftir sær, onnur gera tað ikki.

Summi eru solidarisk, onnur eru ikki.

Summi vildu búgva í Evropa, onnur ætlaðu sær at vera her fyribils.

Men eitt vóru tey felags um.

Tey vóru øll í stórari neyð.

***

Tú kann ikki annað enn skriða tær í nakkanum, tá føroyskir politikarar garta um, at 10 flóttafólk skulu koma til Føroya.

10 fólk.

Tað eru 10 fólk av teimum 50, sum vóru í einum av hasum skroybiligu gummibátunum.

Tað eru 10 fólk av teimum 1000 neyðstøddu fólkunum, sum vassaðu upp á strondina á Lesbos um dagin fyri einum ári síðan.

Men tað staðfestir bara, at tað er ómetaliga trupult at fyrihalda seg til hesa tvístøðuna.

Tí fyri okkum er kreppan ikki nógv meira enn tað, sum Sigrún Brend lesur í útvarpinum.

Og vit sleppa fyri so vítt eisini undan at fyrihalda okkum til tvístøðuna, tí eingin gummibátur við 50 neyðstøddum fólkum fer at reka inn á Húsavík.

Og so slett ikki 20 gummibátar við 1000 fólkum um dagin.

Vit sleppa undan at fyrihalda okkum til tað – og vit lata eisini vera við at fyrihalda okkum til tað.

Tey vóru sperd á Lesbos. Ein lítil oyggj við 90 túsund fólkum, sum ikki vóru før fyri at bera tungu byrðuna, sum skolaði inn yvir tey. Men meginparturin vildi heldur ikki.

Vitjanin vísti eisini, at menniskjan megnar nógv meira, enn vit halda. At tað eru fleiri við ótømandi orku, sum vilja gera sítt ítarsta fyri at hjálpa, tá tað stendur á.

Øll skulu vera við, um avbjóðingin skal basast. Gera vit einki, fer støðan bara at versna – og tá er einki vunnið hjá nøkrum.

Loysnin er sjálvandi, at kríggið endar, og tað verður friður. Men tað verður ikki í bræði. Og neyðstøddu fólkini verða millum okkum í Evropa, inntil Islamiskur Statur og onnur uppreistrarfólk er kollgingin.

Flóttafólkastreymurin er linkaður nakað seinasta árið, serliga í Grikkalandi, nú ES og Turkaland avtalaðu í vár at senda flóttafólk og tilflytarar, sum komu til grisku oyggjarnar, aftur til Turkalands.
Men tey koma framvegis hendavegin.

Og soleiðis fataði eg støðuna á Lesbos fyri knappliga einum ári síðan. Barreigarin og Omar spæla virknan lut í sama máli. Men teir hava ikki fyrilit fyri hvør øðrum.

Nú gleði eg meg at síggja, hvussu tey hava borið seg at á Lampedusa. Tað eru hesi fólkini, vit síggja í filminum, sum eru orsøkin til allan hurlivasan á evropeiska meginlandinum.

Takk fyri.

Uni Holm Johannesen 19/10-2016