Skip to main content

Heystfagnaður á Eiði


Fyri felagssangin út móti midnátt, er uppboðssøla á Eiði, har Heystfagnaður er á triðja sinni. Tað er leygarkvøld og pallurin er júst á tí stað, eg fyrstu ferð keypti bensin frá Óla í Pállstovu í 1975. Á pallinum í kvøld stendur Jørgen Niclasen, sum er uppboðssøluhaldari. Anfinn Kruse, sum hevur egið byggivirki í bygdini, men eisini er íðin óðalsbóndi, eigur síðsta boðið, sum er sekstúsund og fimmhundrað krónur. - Í summar fært tú ein bita, lovar hann. Eiðismenninir, ið standa við síðuna av Jørgen, eru í føroyskari húgvu og myrkamorreyðari troyggju við silvurknappum. Tað er ímyndin av Heystfagnaðinum, sum borgarstjórin, Jógvan í Skorini og sonurin, taka undir við. Teir standa í brekkuni omanfyri húsini í Garði, millum Andrasstovu og Jákupsstovu við sýni oman á Lágarygg og Hamar, sum nú eitur Fjøruvegur.


Tríggjar ferðir hava tey á Eiði havt Heystfagnað, ið er eitt gildi, sum tey sjálvspeiandi kalla tað mest bygdasliga í øllum landinum. Í góðveðrinum í ár kundi tú eygleiða ungar flettingarmen, ið royndu seg í fleiri umførum í kappingini at verða kosin besti flettari og fáa FM heitið á Eiði í fletting.


Fyrireikararnir, sum brúka live cam og hava ein javnan streym av dagføringum á Facebook um tiltakið, siga, at heystartíðin er tann tíðin, sum føroyingar gleða seg til. Tað er í Eiðstúni at fortíð og nútíð møtast. Um heystið er fjallgonga og fletting, skurðfjøllini verða gingin, seyðurin verður rikin í rætt, og tann seyðurin, ið skal drepast, verður tikin frá. Seyðaprát, fjallgonga og fletting setur sín dám á heystartíðina, siga fyrireikararnir. - Júst seyðurin fer at seta sín dám á skránna til Heystfagnaðin. Tað verður við støði í seyði, seyðahaldi og fletting, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki lova fyrireikararnir við eini drúgvari skrá, sum fevnir um seyðasýning, hespukapping, rullu- og kjøtpylsukapping, søluframsýningar, fyrilestrar og verkstaðir til børn og ung, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Tað er Heystfagnaðurin á Eiði. Og so leggja teir til brots.


Edvard Pauli Andreasen, omanfyri, mátti lúta fyri Emil Poulsen, sum við teprasta muni í samanteljingini hjá nærløgdu dómsnevndini, vann FM í fletting á Eiði. Í grannahjallinum er kjøt- og rullupylsukapping, har øll vitjandi kunnu atkvøða. Bestu kjøtpylsuna gjørdi Maria í Skorini og bestu rullupylsina gjørdi Sonni Kalsoy.


Í næsta hjalli oman móti Hamri er fotoboksin hjá Janusi Gunnarsson, har tú kanst avmynda teg og tíni í bygdasligum heystkarmi, við veðrahornum ella við nýflettum, blóðdryppandi seyðarhøvdum á vegginum.


Elly, sum gekk ein klassa undan mær á Oyrarbakka, keypir eitt høvd til sonin, sum eftir at hava lisið við lærda myndlistaskúlan í Tróndheimi, nú fer undir framhaldslestur í Bergen. Hann skal brúka høvdið til eina listaliga instalasjón.


Óluva, sum hevur keramikkverkstaðin NO.10 í Havn, hevur framsýning og útsølu í Krusepakkhúsinum, har hesi fittu seyðasníð er at fáa.


Boys in a Band, sum ikki hava spælt saman í trý ár, vóru á skránni. Helst hevur heystskráin ikki bara lokkað meg, men heilt nógv onnur eisini, at fara norður til Eiðis at fagna heystinum, og fyri fyrstu ferð at kanna, hvat hetta er fyri nakað. Teir spældu fyri opnum loftshurðum klokkan fimm í neystinum hjá Niels Emil, framman fyri Kruseneystinum niðri á Hamri.


Hetta man vera mest ullinta ljóðmynd nakrantíð, sigur Hans Andor og flennir í ljóðtaldinum, sum er takt við nýflettari ull. Ljóðið er í topp, eisini í desibellum fyri gamlar menn, sum eru komnir norður til Eiðis at tosa við fólk. Tað ber ikki til meðan Boys in a Band spæla. Ljóðmyndin er so kompakt, at teir fult, heilt og hart eiga alla hoyrnina hesa løtuna niðri á Hamri. Og tað er frálíkt. Prátið við Eiðismenn má bíða.


So  er aftur eitt umfar í flettikappingini. Kenni meg sum ein øvugtan Sonhard, tá hann í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd segði um sushi, at hatta segði honum onki. Ímeðan pakkaði hann turra kjøtið upp úr matpakkanum. Fletting í einum umfari er nóg mikið fyri meg. Ikki fleiri í ein heilan dag. Mådelig pølse er altid bedst, sum Kálvur lítli skal hava sagt.

Gangi framvið flettingarpallinum og út til handilin hjá Óla í Pállstovu, sum varð kongaligur úthandil til 1856, og sum fyrstu Krusefólkini seinni høvdu. Nú er hann fornminni. Hin fyrsti Kruse, Jens Jørgen Kruse (1837-1912) úr Snogebæk á Bornholm var skipari á forsýningsskipinum hjá Kongaliga einahandlinum, og fór at reka handil á Eiði, sum einkjan, Caroline Amalie (1844-1929), dóttur hin skiparan á sama skipi, førdi víðari. Seinni fekk handilin sjáldsama navnið J.J. Kruses Enkes Efterfølger, sum Sverre Patursson skrivar um í bókini Fra Færøernes næringsveie i tekst og billeder med historisk oversigt í 1918. Sjóvinnubankin endurprentaði bókina í 1982. Her síggjast Krusefólkini Eysturi í Túni, í dag hjá Erling Petersen, so sum skotski fotografurin Mr. Norrie avmyndaði tey í 1892.


Altíð var eg sannførdur um, at tað var við henda diskin í hesum handili, at setningurin Her slænges Maren Katrine varð sagdur, og øll søgan úr lesibókini fór fram. Her var tað eisini, at Óli í Pállstovu lærdi meg at leggja vørur niður í netið. Tær størstu og tyngstu fyrst.


Klatrinissur var eitt fyribrgdi, sum spratt úr hesum skápi hjá Olgu í sama handili.


Skuffurnar, vektin og petroleumspumpan eru har enn, og burtursæð frá mikrobylgjuovninum er alt sum tað var fyrr.


Í túninum er eitt dukkuhús við seyði sum bundnum motivi við veðrahornum á mønini. Í húsum aftanfyri búi Birni Dam, sum koyrdi trukk á Norðís, og skrivaði kendastu føroysku landaplágurnar, Eitt sunnukvøld í Plantasjuni og Rasmus.


So bjóða systkinabarnið Emmy og maðurin Kristian inn í barnaheimið hjá Emmy. Aftur við nýbakaðum bollum kemur mangt og hvat á borðið. Á loftinum hevur hon funnið Nýggja Testamenti, sum pápi mín fekk frá presti, tá hann varð konfirmeraður í Norðskála kirkju í 1938, tá tey eisini vóru á skúlabarnaferð í Danmark. Í báðum førum var mamma Emmy, Turid, eisini við. Her er danska heilsanin frá presti, sum á titulblaðnum er úr Tessalonkubrævinum og á føroyskum ljóðar: "Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!"


Av meira verðsligum slag eru skattaskjøl frá 1944, eygleiðingar um fyrstu lomb, tá hann krígsárini var røktingarmaður, og ársroknskapur fyri bátin MB Kollur í 1943.


Eftir hesa skjalarannsakan heima hjá Emmy, ganga vit oman á flettingapallin at síggja snøggu krovini, sum nú eru hongd upp eftir kappingina, har Emil vann FM í fletting. Í baksýni síggjast Eiðismenn tosa um seyðin, væleydnaða tiltakið og góða veðrið.


At  enda ganga vit tann stutta teinin oman millum neystin niðri á Hamri, har Finnur Koba syngur fyri í midnattarsanginum, ið er varisliga siðbundin sum á ólavsøku, men endar við teim fúlastu hjá Páll Finnur Páll við fullari ferð. Fólk synga væl við, ja summi skrála og syngja afturímóti Finni Koba, so gott er lagið. Ein skemtiliga bygdaslig, men eisini álvasamt upplýsandi løta á Eiði, er komin at enda. Heystfagnaðurin er so egin, at hann kann ikki annað enn at savna bygdafólkið á Eiði og gera tey mongu forvitin, sum hyggja framvið, føroyingar og útlendingar. Eins og við Eplafestivalinum er hetta bygdasligur autentisitetur í hástigi. Takk fyri hesu ferð. Næstuferð fara vit at gista. Tað er vist og satt!