9.10.16

Lampedusa og flóttafólk


Beint her, millum Sicilia og Tunesia, er lítla italska oyggin Lampedusa, har flóttafólk úr Afrika savnast í hópatali. Í teirra huga er Evropa lovaða landið og Lampedusa er inngongdin halda tey. Italski filmsleikstjórin Gianfranco Rosi fór í 2014 til oynna at gera ein stuttfilm, sum ikki skuldi verða longri enn 10 minuttir. Men søgan vaks og fór at lív sítt egna lív, tá hann møtti oyggjabúgvum og flóttafólkum í neyð. Rosi búsetti seg á oynni eitt skifti, og fór árið eftir at gera ein heilt annan film, Fuocoammare, Havið brennur. So væl gekk í hond, at sjáldsami heimildarfilmurin vann fyrstu virðisløn, Gullbjørnina, í Berlin í ár. Nú er filmurin italska Oscaruppskotið og Filmsfelagið fer at vísa hann

Í fólkatali kann Lampedusa metast við Klaksvík, og hóast einki læknastríð er á oynni, er tað júst lokali læknin, Pietro Bartolo, ið er miðdepilin í filmaðu søguni. Hann kannar heilsustøðuna hjá hvørjum einstøkum flótta, og sendur tey so víðari í italsku skipanini. - Men eru tey komin inn um grindina í lovaða landinum, spyr filmurin og leikstjórin? Hann svarar ikki fyri teg ella nakran áskoðara. Tað mást tú gera sjálv. Og her er tað sjáldsama biografupplivilsið: ein heimildarfilmur, sum vil tær nakað annað enn undirhald og spenning í biografmyrkrinum.


Uni Holm Johannesen, ið vit kenna sum vert í Degi og Viku, fer at innleiða italsku filmsýningina, sum verður í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikudagin 19. oktober kl 20:00. Uni var sjálvur á griksku oynni Lesbos fyri tveimum árum síðani og upplivdi sum journalistur, hvussu flóttafólk høvdu tað í Miðjarðarhavsøkinum.