Skip to main content

Ledgard í Norðurlandahúsinum


Mikudagin 19. oktober kl 17:30 fer aktuelli Wenders høvundurin J.M. Ledgard at halda almennan og ókeypis fyrilestur undir heitinum Our Warp Speed Planet í Norðurlandahúsinum. Tað er Visit Faroe Islands, ið hevur boðið hetlendska Ledgaard higar, eins og tey í summar fingu í lag at upptøkuliðið hjá Wenders, sum taldi 28 fólk, kom higar at filma við altjóða stjørnum.

Størri altjóða filmisk hending er neyvan sædd her á landi áður.


Filmiska sambandið millum filmsleikstjóran Wenders og rithøvundan Ledgard er, at hin seinni hevur skrivað skaldsøguna Submergence (2011), sum nýggi og samnevndi filmurin hjá Wim Wenders byggir á.

Í samrøðu á Hotel Føroyum í august, segði Wenders, at kompositoriskt hugsaði hann filmin sum ein málning, og var farin at sakna ein grønan, friðfyltan miðblett, ið bant søguna saman sum seinasta paradís á jørð.


"Grøna blettin og seinasta paradísið fann eg í Føroyum," segði Wenders. "Grøni bletturin verður settur inn millum brúnturru oyðimørkina á landi í Somalia, har mannligi høvuðspersónurin uttan útsikt og vindeygu verður hildin fangi av jihadistum, og kaldbláa havið, sum í bókini er Grønlandshavið, har kvinnuligi høvuðspersónurin av egnum vilja stoytir seg á kav at granska tað mest fjalda í heiminum."


Ledgard, ið fyrstu ferð var frammi við skaldsøguni Giraffe (2006) úr gamla Kekkia, hevur verið krígsreportari fyri The Economist og verður lýstur sum “a thinker on risk and technology in Africa”.

Útgávuárið vísti New York Times á skaldsøguna Submergence sum eina av mest áhugaverdu. Ummælarin skrivaði m.a. soleiðis: “Ledgard writes from deep immersion in his well-imagined characters and setting, telling a strong central story involving a terrorist hostage-taking and a perilous deep-sea dive, and deploying language at once precise and flexible . . . Submergence is a hard-edged, ultracontemporary work about people a reader cares for, apart and together, through extraordinary precarious conditions.”

Fyrilesturin við ritøvundanum J.M. Ledgard er á enskum og ber heitið Our warp speed planet. Ledgard býr nú í Sveis, har hann stendur á odda fyri einum Framtíðar-Afrika átaki hjá École polytechnique fédérale de Lausanne í Sveis.

Útgangsstøði í fyrilestrinum er bókin Submergence, men Ledgard brúkar eisini annan skaldskap og egnar royndir sum krígsreportari í fyrilestrinum. Umframt tað nemur hann eisini við sítt Hetlendska upphav, sigir Norðurlandahúsið í innbjóðing til spennandi fyrilesturin.