18.10.16

Tomas Villum Jensen í Føroyum


Danski filmsleikstjórin og filmsleikarin, Tomas Villum Jensen (f.1971) vísur mær búmerkið fyri sendingina Villum & Schmidt, har hann og Jonas Schmidt eru á hægsta fjallinum í Afrika, Kilimanjaro, í Tansania.

Saman við konuni, Mariu Montell, og børnunum, er Tomas í Føroyum í hesum døgum.

Hann bleiv kendur í 1991 sum ein av dreingjunum í filminum hjá Søren Kragh-Jacobsen Drengene fra Sct Petri, ið lýsti donsku mótstøðurørsluna undir krígnum, og bygdi á samnevndu ungdómsskaldsøguna hjá Bjarne B. Reuter. Tvey ár seinni var Tomas við í mest lisnu ungdómsskaldsøguni, Det forsømte forår, tá Peter Schrøder gjørdi søguna hjá Hans Scherfig til film, og Tomas fekk søguliga leiklutin sum hann, ið eitrar lektor Blomme við einum maltbommi. Síðan hevur Tomas sjálvur gjørt nógvar filmar, millum aðrar tveir í røðini Min søsters børn.

Eftir at hava verið vælumtóktur sjónvarpsvertur, ger hann nú ferðasendingar til sjónvarp, har stuttligar ferðaupplivingar, ið knýta seg at tankanum um destination branding, altíð eru í miðdeplinum. Hesar sendingar hava ført Tomas til Geilo í Noregi, har hann hevur staðið á skí, til Kenja, Uganda og Tansania í Afrika, har hann hevur gingið í fjøllunum, og nú til Føroya á fyrsta sinni.

Her kannar hann møguleikan at savna tilfar og upplivingar, ið knýta seg at somu hugsan um destination branding, eitt nú at eta hvítanýru og at møta fólkum, ið gera nakað heilt serstakt og stuttligt, so donsku hyggjararnir á DK 4 varnast sendingarnar, og verða drignir at Føroyum sum ferðamáli.

”Vit gera fleiri ferðasendingar til netið og sjónvarpið, og nú fara vit undir eina røð í Føroyum, Íslandi og í California. Sendingarnar eru væl umtóktar í Danmark, og tær fyrstu tvær øktu munandi um kunnleikan og ferðingina til Geilo í Noregi. Skemt er týdningarmikil partur í okkara arbeiði," sigur Tomas, og leggur afturat, at á YouTube eru nógvir vakrir filmar, sum kanska bara tvey túsund hava sæð í fleiri ár, sum er ein katastrofa fyri ferðamálið.

"Aftur eru eisini filmar, sum hava vunnið virðislønir, men enn hava bara tveytúsund sæð filmarnar. Ferðafólk brýggja seg ikki um virðislønir. Tá vit gera film, hugsa vit fyrst og fremst um, hvussu filmurin kann fara viralt. Vit hava sett nøkur met í Danmark, eitt nú eina millión vísingar eftir 24 tímum, tá vit gjørdu film fyri Carlsberg, og hálva aðru millión vísingar eftir fýra døgum, tá vit gjørdu filmin um Fårup Sommerland. Mest sædda lýsing, sum eg havi gjørt, er ein háppadráttalýsing, eitt lottarí, sum hevur havt 21.000.000 vísingar á YouTube," sigur Tomas Villum Jensen, sum hevur sett sær fyri at náa ein breiðan skara, hvørja ferð hann ger film, sjónvarp og lýsingar um stuttlig ferðamál, og nú eisini Føroyar.