Skip to main content

Allahalgannamessa


Um  vikuskiftið var gastronomisk hámessa á Panorama á Hotel Hafnia har tíggju kokkar høvdu framsýning, showcooking. Umframt spiksúpan, lambshjarta og toskaskræðu úr kræklingaskel frá Jóhan Joensen, var Line Storm Hansen hin mest sermerkti kokkurin. Við toski, føroyskum urtum og rótum, gjørdi hon fiskasós, sum hon smakkaði til við skerpikjøti. Ja, fiskasós við skerpikjøti. Tað leggur støði undir eini nýggjari messu fyri Føroyum og øllum, tí sum føroyskt er.


Ársins vika nummar 44 plagar at verða mín frívika við norðurlendskum filmi í Lübeck. Soleiðis er aftur í ár, har stuttfilmarnir Dalur og Stina Karina eisini eru á skránni, sum fevnir um fleiri enn 180 norðurlendskar og baltiskar filmar. Eftir lokna filmstevnu í søguliga Hansabýnum, skipar Sendistova Føroya í Moskva fyri at sami filmur hjá Heiðriki, Dalur, og áskoðaravinnarin hjá Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge í fjør, Tunnan, verða vístir í einum stórum biografi mitt í Moskva. Men innan eg komi so langt, skal eg til altars á Vaglinum.


Í Keypmannahavn skal eg hava visum at sleppa til Moskva í næstu viku. Eg havi fylt út spurnarskema á netinum, men føroysku portrettmyndina má eg taka umaftur í automatini á S-tokstøðini á Eysturbrúgv. So er alt í ordan, uttan at tað kostar mær eitt oyra. Spennandi at uppliva ein fyrrapart á russisku sendistovuni í Keypmannahavn.


Eftir sum eg skal bíða eina løtu, meðan visum og mynd verða sett inn í passið, fari eg á bókasavnið í grannalangnum, har eisini amerikanska sendistovan er. Hyggi í nýggjasta Bo Bedre og síggi, at Glottipressi hjá systrini Elisabeth eigur tvær jólagreinar, onnur tíggju og hin fimtan blaðsíður. Tað man vera met, at eiga 25 síður í somu útgávu. Og so eigur Glottipressi eisini permuna á norsku útgávuni. Ikki so galin jólamessa.


So er dagurin hálvrunnin og stundir eru til ein kaffimunnu á læruplássinum hjá Jógvani, Wonday, í Ny Østergade mitt í býnum við handlinum hjá Stellu McCartney sum granna.


So  ein gongutúr oman í Nyhavn og út eftir nýggju brúnni til Papirøen, har eg aftur renni meg í bátin frá Thorupstrand, sum borreiðir við fiski, men ikki í dag, allahalgannadag. Eitt hugskot til Vágsbotn, sum eg haldi meg minast at manningin á Thorshavn hevur brúkt. Meir av tí, tí hetta er gott. Meir av tí góða.



Brúgvin er vøkur og funktionell fyri gongufólk, tey, sum súkla, og fyri bátar, ið eru undir brúnni. Framman fyri Papirøen er eitt so ivasamt listaverk, at Yoko Ono má gera vart við, at hetta er eitt listaverk. Tú kanst skriva eina bøn ella aðra viðmerking á seðlarnar, sum var hetta ein hámessa júst allahalgannadag. Men eg haldi at pop up og pop art av hesum slag hevur sæð sínar bestu dagar fyri áratíggjum síðani. Nú er tað mest sum órudd.


Eftir at hava messað yvir einum donskum pylsurætti og eini india pale ale, gangi eg ein túr yvir í Pusher Street í Christiania. Eingi ólóglig ørindi, bara at forvitnast, hvussu henda higartil oyðileggjandi gøta í einum sjáldsamum frístaði man síggja út í dag, eftir at christianittar sjálvir hava ruddað hana.


Í novembersirminum sær umhvørvi so ruddiligt út, at eg vági at seti meg inn í Nemoland at lesa tekstin til russisku filmsýningina í næstu viku, nú passið og visum eru í ordan. Ikki so galið við eini lítlari messu á hesum stað.


Og  í kvøld klokkan 19 føroyska tíð verður nýggja messan hjá Sunleivi Rasmussen og Kim Leine framførd í konsertsalinum hjá danska kringvarpinum um hornið, har eg búgvi. Niðanfyri ber til at hoyra donsku útgávuna, sum er á Spotify, har Tóra Vestergaard syngur. Vit tendra messuljós fyri at lovsangurin fer at hepnast ikki bara á donskum men eisini í norðurlendskum brúki - at bókmentavirðislønin aftur kemur til Føroya, og at filmurin Under Sandet vinnur norðurlendsku filmsvirðislønina. Vit tendra ljós allahalgannadag.