Skip to main content

Ársins orð


Sum fáur liva vit av orðum, orðabókum og týðingum at flyta heimin inn í okkara mál, serliga úr hundraðlandinum, Danmark, sum er hundrað ferðir størri og sterkari enn vit. Tað síggja vit í tí veruleika, at orðið danskt oftari og oftari verður rættað til útlendskt, so tætt er hundraðlandið at okkara smámáli. Tað myndar alt, sum útlendskt er. Samstundis liva vit í einum maskulinum málbrúki. Fáur er fyrsta orðið eg skrivaði omanfyri. Eg kundi eins væl sagt . Men eg vil ikki fjala maskulina veruleikin í føroyska málinum. Og so kemur mítt uppskot um fyrsta av ársins føroysku orðum, ið hava myndað tveytúsundogsekstan. Tað er sosialir. Kallkyn í fleirtali og fyrri partur av orðasamansetingini sosialir miðlar. Tað er mítt uppskot um ársins orð - sosialir. Ikki bara tí tað er kallkyn, men tí at orðið sosialir er staðið upp av nýggjum, oftast í mótsettari merking, tá vit tosa um lítið sosialar miðlar, atferð og gerðir, har alt er í einingi heldur enn í felag. Og so er tað eisini tað margháttliga, at tey, sum oftast tosa um sosialu miðlarnar, kenna ikki annan miðil enn Facebook, men fáa seg ikki at taka tað navnið í sín munn. Tí siga tey sosialir miðlar, hóast tey bara kenna ein. Kanska tí tey eru so eindarsosial, ið hvussu er av tanka. Eindarsosial. Kanska verður tað ársins orð næstu ferð. Men øll eru á hesum sosiala miðili, og onkur á Twitter eisini. Men tann miðilin viknaði nógv, tá amerikanski forsetin fór at skriva har, og telgdi eitt nýtt lágmark í totempelan, Twitterstøði. So lágt fella vit ikki. Onnur orð, eg vil skjóta upp, eru eplafestivalur, sum er eitt fólksligt, aktivt og innbjóðandi orð, sum ger upp við stívrend ástøði um bygdamenning, sum í dag eru púra deyð. Heystfagnaður kann eisini leggjast afturat hesum tanka um eitt fólksligt, aktivt og innbjóðand orð. Nú vóru trý orð, sosialir, eplafestivalur og heystfagnaður.