24.11.16

Bókadagar byrjaðir


So  eru bókadagar byrjaðir við stuttsøguupplestri í gomlu handilshúsunum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har William Heinesen varð borin í heim í 1900. Hetta er besti máti at uppliva livandi skaldskap saman við øðrum. Sum at fara í biograf og verða einsamur - saman - men her við ti livandi orðinum, munn av pappíri og upp í oyrað. Urd Johannesen skipaði fyri undir heitinum Sjeystjørnur, fyri at referera til húsið og kendasta skald í býnum. Omanfyri er tað Hans Tórgarð, landsins besti upplesari, ið brilljerar sum ein heilur útvarpsleikur og skræddarseymað ljóðmynd in naturel, tá hann á miðhæddini lesur eina sarkastiska horrorsøgu Bókabøðil hjá Sámali Soll, sum sjálvur var millum mongu áhoyrararnar. Hann las eisini eina søgu hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð. Niðanfyri er mynd av sama rúmi, tí besta í miðbýðnum til upplestur, tá hurðin er aftur og eingin er inni.


Her er ein mynd av einum øðrum rúmið við stólum, ið hóska munin betri til rúmið, enn summarhússtólarnur á myndini omanfyri.


Her er tað Gunvá Zachariasen, ið lesur á niðastu hæddini. Hon las eina smáerotiska søgu hjá Ingun Christensen, og Rottuna hjá Sólrun Michelsen, sum eisini var millum mongu áhoyrarnar.


Ovast las Mariann Hansen eina hugtakandi stuttsøgu eftir Katrin Ottarsdóttir við heitinum Í Afrika eru so nógv fitt børn, um eina hypersansandi dóttir, sum er so anarkistisk, at foreldrini ræðast hana. Men upplesarin var ov illa fyrireikaður, serliga til seinnu søguna. Tá var gott at kenna angan av sjerri, sum fylti loftsrúmið.


Her er vesi við autentiskum viði, ið sumstaðni er sjónliga brendur og tó brúktur aftur.


Ovast uppi er nógv umrødda brandtrappan, ið tryggjar eina breiða og sjónliga rýmingarleið fyri øll havnafók í senn, samstundis sum sprinklaraanlegg er um alt húsið, so øll á Reyni kunnu fáa brúsubað, um turkur verður.


Studentahúgvan hjá Halldór Christiansen er í eini glasmontru, og stuttlig uppsløg um egg úr Rituvík og Føroyablanding frá Landshandlinum og annað mangt er at síggja á bróstinum. Alt er funnið í gomlu handilshúsunum.


Umframt prís á medistarapylsum, dunnum og jarðberum, eru gomul bløð eisini funnin úti undir vaðingini og sett í glas og rammu. Hetta eru eini stuttlig, hugnalig og funktiónell hús til allahanda vertskap - og upplestur eisini. Framhaldandi góðar bókadagar, sum halda fram við mentanarmekka á Hotel Havn í annaðkvøld og Norðurlandahúsinum leygardagin og sunnudagin!