Skip to main content

Eingin Persaflógvi bara Flógvi


Tá  atlasforlagið Harper Collins fer at prenta heimskort til heimin aftur, verður eingin Persaflógvi at síggja á kortunum. Persia er burtur og tað er ímóti politikkinum hjá forlagnum at kalla eitt hav Persaflógvi. "It is against our policy," eru almennu boðini. Er nakað tungumál, sum í teirra útgávum vil halda fast um gamla heitið, so krevur forlagið at tað verður tilskilað á kortinum, at "The representation of certain boundaries and place names in this atlas may depart from standard Collins Bartholomew policy in order to incorporate local preferences." Harper Collins eigur eisini kortasavnið við frámerkinum Bartholomew. Síðan Flógvakríggið í 1990-1991 hevur Persia verið lagt til viks. Sagt og skrivað hevur verið The Gulf War á enskum, Der Golf Krieg á týskum, Guerra del Golfo á spanskum, Gulfkriget á svenskum, Golfkrigen á donskum og norskum og Flóabardagin á íslendskum. Einki um Persia. Soleiðis broytist heimurin stig fyri stig. Niðanfyri sæst nýggja heitið á Flógvanum.