Skip to main content

Festdag


"Festdag" sigur hann á Reyða Torgin á middegi í dag, nú 75 ár eru liðin, síðan russar marsjeraðu hiðani og móti týskinum, sum var 50 km burturi hin 7. oktober í 1941. Ikki tí, hann dugir einki annað útlendskt orð, men eg síggja á kirkjusøkjandi eygunum, at hann leggur ein guddómligan fedralandstýdning í svenska orðið, sum hann tekur uppaftur. "Festdag!" So ganga vit inn um gyrðingarnar, sum hava verið um torgið allan morgun.


Nú  er veruliga festdag. Fyrst varisliga, sum var alt torgið ein kirkja, men so við sangi og harmoniku framvið gomlu tanksunum.


Øll vilja verða avmyndað í 75 ára gomlu krígskulissunum, sum veruliga hugtaka fólk. Frá at vera ein friðfylt hátíðarstund, er tað nú sum á ólavsøku.


Tað reina sirkus verður tað, tá Stalin, Lenin og fleiri kom á torgið og veittra framman fyri handilshúsunum GUM. Ert tú nóg býttur dettur tú í Leninistisku turistfelluna, sum sæst til høgru á myndini niðanfyri. Alt fyri pengar. Myndin kostaði mær fimm hundrað rublar til hvønn. Afturfyri slapp eg við á eina mynd, men hon kundi ikki brúkast.


Meðan hin pengagríski Lenin telur pengarnar, marsjera hermenninir framvið.


Onkur er so kátur í kuldanum, at tey hava dirvið at giftast mtt á Reyða Torginum á 75 ára minnisdegnum.


Onnur eru bara kát við høvið at møtast og minnast stóra fedralandskríggið, sum eg skilji at annar verðaldarbardagi verður kallaður á hesum leiðum. Eitt spennandi land og ein ikki minni hugtakandi býur við eini annarleiðis søgufatan enn okkara.