19.11.16

Í morgin er aldri ein annar dagur


Ásbjørg Andrea Ludvig og Róhild Dam eru ungu føroysku høvundarnir, sum eru við í norðurlendsku bókini I morgen er aldrig en ny dag, sum eisini hevur enska heitið Tomorrow is never a new day.

Danska forlagið Ordskælv, sum áður hevur verið á bókasavninum í Skúlanum við Løkin, gevur bókina út í morgin, altjóða Barnarættindadagin.

- Hetta er norðurlensk verkætlan, har ung skriva tekstir um peningaligar trupulleikar og sosialar fylgjur. Marjun Syderbø Kjelnæs og eg vóru knýtt at ungu føroyskum gentum, Ásbjørg Andreu og Róhild, sum skrivaðu stuttsøgur um evnið, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.

24 ungir høvundar úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark eru við í bókini. Hetta er fyrstu ferð, at tey skriva alment og kunnu kalla seg høvundar. Forlagið Ordskælv sigur, at tað, sum tey 24 hava í felag er, at tey eru vaksin upp í einum Norðurlandi undir fátækum korum.

- Nu bjuder de med mod och ärlighet in dig som läsare i sina liv och världar, sigur svenska tíðindaskrivið frá norðurlendska rithøvundaskúlanum á Biskops Arnö, sum heldur fram við hesum orðum: ”I och med denna publikation reser de sig mot flatheten i fattigdomsstatistikens grå sifferlandskap. De ungas historier är en framkallningsvätska som tar fram samhällets alla nyanser.”

Omanfyri eru tey 24 eru avmyndað á rithøvundaskúlanum, har tey vóru eina viku í summar. Ungu høvundarnir hava samstarvað við forlagið Ordskælv og frívilligar mentorar. 24 listafólk, teirra millum John Kørner, hava myndprýtt nýggju ungdómsbókina um fátækrakor í Norðurlondum. NORDBUK og Norðurlendska Ráðharraráðið tóku stig til ætlanina.

Undan hesari bókini gav danska forlagið út Det ser sort ud - men det er det ikke. Høvundarnir, sum tá skrivaðu tekstir, høvdu allir mist onkran, sum stóð teimum nær. Tá var evnisdagur um bókina í bókasavninum í Skúlanum við Løkin.