23.11.16

Innantómt stakkalastás?


Nú  fekk Bruce Springsteen eisini eitt heiðursmerki, tað hægsta sivila, sum amerikanski forsetin sleppur at handa, the Presidential Medal of Freedom. Tað var J.F. Kennedy forseti, sum fann uppá heiðursmerkið í 1963. Í endamálsorðingini verður sagt, at heiðursmerkið verður givið heimsborgarum og ikki bara amerikanarum fyri "an especially meritorious contribution to the security or national interests of the United States, world peace, cultural or other significant public or private endeavors." Fyri stuttum fekk Bob Dylan virðirsløn Nobels fyri bókmentir. Aftur við morgunmatinum, sum er egg og eins donsk sild og morgunútvarpið, fekk eg tann ófyrigeviliga tanka, at hetta er tað bera stakkalastás og púra innantómt. At geva eini poppstjørnu fremstu virðislønir, og velja allar hinar virðiligu virðislønarmóttakarar frá. Koyra teir á dumpin. Mann tað vera so illa statt í báðum dómsnevndunum, at tær kunnu ikki semjast um annað enn yvirflatupopp á plátu, rocklyrikk? Ella er tað veruliga ein viðurkenning, sum sami skaldskapur á plátu fyri fyrstu ferð hevur fingið í ár í skapi av tveimum teim fremstu rockslóðarum, sum enn eru á lívi, Bob og the Boss? Ella er gjógvin millum hasar báðar metingarnar vorðin breiðari og djúpari enn nakrantíð? Hóast einki fer av virðinum í sangskaldskapinum hjá báðum virðislønarmóttakarunum, loyvi eg mær at ivast í førleika og motivum hjá dómsnevndunum. Er hetta innantómt stakkalastás hjá einum fráfarandi forseta, sum hevur lítið at reypa av, og eini svenskt-akademiskari dómsnevnd, sum roynir at flyta seg úr stað við poppi, fyri ikki at stadna? Kanska er svarið frá Bob Dylan tað mest interessanta. Hatta tímir hann slettis ikki at befatta seg við.