22.11.16

Jólini nærkast í hvørjum


Um  dagarnar fekk eg nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen upp í hendurnar. Skriftstøð er vælvalda heitið, og Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur út. Útvið hundrað síður av livandi orðum, sum oman eftir Varðagøtu skoða skomm, skip og siglandi móðurmál, meðan stjørnur murra sum nøgdir lærarar, ið hava tyktað ónøgdar næmingar. Hin besta, at lesa í dag, var jólayrkingin um ræsta kjøtið, har borgarstjórin fyllir bussin við uppgrivnum líkum, sum eru boðin til døgurða. Hugfarsligt at lesa, tí orðini spela og spæla millum reglurnar oman- og niðanflagar í konstantu Havnini. Góðar orðloysingar, tær hjá Tóroddi úr Havn.