Skip to main content

Kári Svensson í Focus


Í morgin, fríggjadagin 18. november kl 16:00 letur Kári Svensson upp málningaframsýning í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Í bókini Livandi List sigur Inger Smærum Sørensen í 2008 at ”Kári Svensson málar landslagið, menniskju og djór. Hann er ikki smæðin at vísa, hvussu vøkur og stórsligin náttúran er, har náttúran setur dagskránna meginpartin av árinum, menniskju sum eru á veg, ella menniskju sum steðga á og eygleiða. Djórini koma til sjóndar í verkunum eins og menniskjuni í eini tilverudimensión. Kári Svensson er ein tilvitaður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálvur, og sjónlig er gleðin í tí at mála.”


Listaummælarin, Kirsten-Marie Hedeland, sigur um Kára Svensson, at fyri hann er tað ikki bara ein landslagsmálningur og ein endurgeving av tí sum eygað sær. "Tað er sansan, eitt kenslusemi og ein víkinga-frummegi, sum livir og andar í júst hesi løtu. Hann sansar landslagið og setur tað á lørifti, sum egin fatan av landslagnum. Tá hann málar, fer lisstamaðurin í honum til síðis og pláss gerst fyri tí reinu og fullfíggjaðu sjón og kenslu av menniskjunar  veran og eksistensi menniskjans. Estetikkurin er í sansa centrinum, og kann tí ikki røkkast við skili. Ein skal vera føroyingur og liva á vøkru oyggjunum í Atlantshavinum, fyri verðuliga í sínum innasta, at kunna fata tað sum Kári Svensson følir og upplivir sum ein løtu affektión. Men hendan frástøðan í mentan og náttúru er jú djúpt hugtakandi og púra uttan mótstøðu, ein yvirgevur seg uttan yvirtalilsi.”


Málningaframsýningin hjá Kára Svensson í Galerie Focus er opin til 1. desember.