Skip to main content

Louder Than Bombs


Hesa myndina tók Ole Wich undir seinastu sýning í Filmsfelagnum. Tá greiddi Sveinur Tróndarson á Dimmalætting frá um tagnarskyldu og varskógvarar, whistleblowers. So varð nýggi filmurin hjá Oliver Stone, Snowden, sýndur fyri fullari høll.


Sunnukvøldið 13. november kl 20 sýnir Filmsfelagið aftur ein aktuellan film. Tað er Louder than bombs, sum norski Joachim Trier fekk Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri týskvøldið. Heitið er tikið frá ein plátu hjá The Smiths í 1987, men tónaskaldið er norski Ola Fløttum. Hann hevur fyrr gjørt tónleik til kendar norðurlendskar filmar, teirra millum Force Majeure, sum Filmsfelagið sýndi í fjør.


Norska og altjóða pressan hava givið filminum bestu ummæli. Tað er altíð ein góður filmur í Filmsfelagnum - og atgongumerkjasølan er byrjað. Kom við!