28.11.16

Seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól


Filmsfelagið boðar frá, at nýggi danski holocaustfilmurin Fuglene over sundet er seinasta sýning fyri jól. Hann verður sýndur mikukvøldið 30. november kl 20:00. Filmsfelagið byrjar aftur mikudagin 4. januar í 2017 við nýggja filminum hjá Pernille August Den alvarasamma leken, sum byggir á kendu søguna hjá Hjalmar Söderberg frá 1912.


Danski holocaustfilmurin Fuglene over sundet tekur støði í eini veruligari hending í Gilleleje í 1943 tá pengagrískir útróðaramenn kravdu ovurhonds nógvan pengin frá jødum, ið flýddu um Oyrasund til Svøríkis undan nasistunum.


Filmurin leggur seg tætt upp at teim filmum, sum seinastu árini hava sett sær fyri at gera upp við hevdvunnu søguna, ið fyrr hevur varpað ljós á hetjur og teirra avrik, til dømis í filmunum Under sandet og Idealisten.


Áhugavert við Fuglene over sundet er avmarkaða upphæddin, sum hann er gjørdur fyri. SF Film Production hevur framleitt og filmurin hevur fingið 6,8 mió dkr frá Danska Filminstituttinum. Sambært Trust Nordic er samlaða fíggjarætlanin 3,4 mió EUR, sum er rættuliga lítið fyri ein spælifilm. Orsøkin er at ongin kostnaðarmikil 1943-kulissa er gjørd, í staðin eru tað leikaravrikini, ið bera filmin, ofta í náttarmyrkri, og tá serliga hin ódámligi útróðrarmaðurin Nicolas Bro. Atgongumerkjasølan er byrjað.