Skip to main content

Til Lübeck í biograf


Lübeck beint nú. So løgið tað ljóðar, skal ein fara til Lübeck at síggja nýggjan norðurlendskan film á einum stað. Í ár er 58. ferð at Nordische Filmtage eru í gamla Hansabýnum, har 187 ymsir filmar, sum eisini eru úr Baltalondum, eru á skránni. Teirra millum eru tveir føroyskir stuttfilmar Stina Karina hjá Andrias Høgenni, sum vann Geytan í fjør, og Dalur hjá Heiðriki á Heygum. Saman við filminum Tunnan, sum Jónfinn Stenberg og Jóannis Lamhauge vunnu áskoðaravirðislønina fyri í fjør, verður Dalur eisini vístur í biografinum Dom Kino mitt í Moskva mánakvøldið í næstu viku. Byrjanarfilmurin í Lübeck í kvøld er spildurnýggi norski Rosemari, sum Sara Johnson hevur leikstjórnað. Óivað verður høvið at síggja nógvan nýggjan norðurlendskan film í Norðurlandahúsinum í februar í 2017.