Skip to main content

Tórsbyrgi er fyrimyndin


Í tíðindaskrivi í dag sigur felagið Kirkjubøarvegur við John Johannesen sum formanni, at tey ætla at byggja bústaðir í Havn, sum minna um Tórsbyrgi. Bústaðirnir skulu vera tættir við smærri grundøkjum enn vanligt, og byggjast skal skynsamt og bíligt.

Tíðindaskrivið frá felagnum er soljóðandi:

Vit eru nakrir borgarir, sum hava savnað okkum um eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at útvega umleið 50-60 bíligar bústaðir.

Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur hevur í løtuni 52 limir, ið eru pør við børnum, støk við og uttan børn, og eisini eldri pør og einstaklingar. Eisini hava vit fleiri limir úr Danmark, sum vilja flyta heim.

Bústaðartrupulleikin í Tórshavnar Kommunu er ógvuliga álvarsamur, og tað er ov kostnaðarmikið at leiga og/ella keypa.

Kommunalu grundøkini eru ov dýr og byggikostnaðurin ov høgur. Leigubústaðir eru ein kreppa, tí felagið Bústaðir hevur yvir 2500 fólk á bíðilista til leigubústað. Bústaðir byggir eisini dýrar bústaðir, so um man er so heppin at fáa leigubústað, kann prísurin liggja millum 6.000-10.000 kr.

Vit fingu hugskotið at byggja sjálvi og keypa eitt felags grundstykki frá Tórshavnar Kommunu, soleiðis at tað kann gerast so bíligt sum møguligt. Vit ætla at byggja okkurt, ið minnir um Tórsbyrgi; tættir bústaðir við smærri grundøkjum enn vanligt, og byggja skynsamt og bíligt. Vit hugdu at, hvar møguleiki var at byggja slíkt, og funnu fleiri økir í kommunuætlanini fyri Tórshavn frá 2014, har eingin bygging er og eiheldur byggisamtyktir.

Vit vilja keypa umleið 21.500m2 frá Tórshavnar Kommunu og byggja eina tætta búseting við smærri húsum, sum kunnu hugsast at liggja í millum 56m2 og 150m2. Tá vit eru komin longri í byggiætlanini keypa vit byggielementir frá eini verksmiðju, og skulu vit tá velja millum fleiri ymiskar støddir av húsum.

Við teimum byggielementum, sum vit velja og fáa sniðgivið, verða húsini sera bílig.
Enn kunnu vit ikki seta neyvar kostnaðir, men íroknað grundøki og byggibúning kunnu vit siga, at kostnaðurin verður langt undir dagsins prísir.

Vit hava fingið ein arkitekt at gera eitt upplegg, og samstundis eisini ein verkfrøðing at gera eina kostnaðarmeting út frá nøkrum av økjunum, sum vit hava í huga. Vit vilja byggja felags parkeringspláss, gøtur millum húsini, felags øki í miðjuni og møguliga okkurt felags hús.

Vit keypa í felag byggielementini, vindeygu og úthurðar og samskipa alt neyðuga byggitilfarið soleiðis, at góður avsláttur verður rokkin. Vit skipa byggingina soleiðis, at øll húsini verða bygd samstundis og til sama ferðmetraprís, tó tillagað eftir serstøkum ynskjum.

1.  Lyklaklár hús. Byggiharrin fær alt bygt og leverað.
2. At byggja í samstarvi við handverkarar, og skipa tað soleiðis, at byggiharrin fær møguleika at gera tað hann / hon megnar sjálvur / sjálv.
3. At gera alt sjálv/ur.

Vit í Sjálvsognarfelganum Kirkjubøarvegur hava havt fleiri fundir innanhýsis, og hava tosað við arkitekt og verkfrøðingar.

Á stovnandi aðalfundi hjá Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur, mikukvøldið 14. september, varð nevnd vald. Hon skipaði seg soleiðis: Formaður John Johannesen, næstformaður Dagbjørg Hjaltalin, skrivari Agnar Lamhauge, nevndarlimur Hallur Egilsnes, nevndarlimur Símun Hentze Westergaard, 1. eykalimur Turið Gaard Hansen, 2. eykalimur Elfinn Ørvarodd

Eisini hava vit verið á fleiri fundum við Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sum í løtuni arbeiðir við umsóknini hjá okkum. Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, hevur verið sera hjálpsamur og hevur latið væl at. Hann skal nú fundast við restina av Kommununi okkara vegna.

Tá vit hava fingið játtan frá Tórshavnar Kommunu fara vit beint til verka, og um alt gongur eftir ætlan eru húsini reist innan eitt ár. Tá skipa vit okkum í eitt eigaraíbúðarfelag. Vit eru jalig um verkætlanina og vóna at Tórshavnar Kommuna tekur væl í móti umsóknini og vil vera við at basa bústaðartrupulleikanum.

Um tit vilja skriva tykkum á listan, so kunnu tit skriva til: kirkjuboarvegur@gmail.com.
Um bíðilistin verður alt ov langur, so fara vit at søkja um fleiri grundstykkir, og royna at nøkta tørvin hjá øllum.

Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi frá Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur, har John Johannesen er formaður.