Skip to main content

Eru føroysku bløðini stuðulsverd?


Uppskot er aftur frammi at geva doyggjandi privatpappírspressuni almennan skattapengastuðul.

Heldur enn at uppraðfesta journalistisku og redaktionellu førleikarnar í eini ásannan av, at alt byrjar við skrivaða orðinum, verður fokuserað uppá at breiða út eina tíðarvilsta vøru.

Havi um vikuskiftið brett bløðini út á borðið, at gera eina heimabakaða jólkanning, sum helst ikki er verri undirbygd enn so nógvar aðrar kanningar, sum nú eru frammi um líkt, og serliga ólíkt, millum annað í gummistivlum, millum fjós og seyð.

Sosialurin stendur seg væl og skal sleppa at vera leysur av borðmyndini.

Ringast stætt er Norðlýsið, sum í oddagrein fortelur tað nýggjasta frá læknastríðnum, og annars brúkar mest pláss uppá flúgvandi hálendingin, men eisini gevur pláss til endursøgd barnaminni.

Nýggjasta Dimma veit í fyrstu grein at siga, at danska sjóverjutyrlan er sokkin sum ein steinur, og millum seriøsu og gravandi greinarnar inni í fyrrverandi langlesnaðarblaðnum vita tey at siga, at brúkaraumboðið er nóg sjónligt. Keldan er ein: brúkaraumboðið sjálvt.

Einasti fotografur, sum verður krediteraður er ein útlendingur, sum eg ikki kenni. Tað er eins ringt og á almennu KVF-síðuni. Fotojournalistikkur verður eins lítið brúktur og hann verður virdur.

Men Klumman í Dimmu er altíð góð. Hesuferð skrivar Simona um snillar. Ja, snillar. Og í Sosialinum skrivar Høgni um forvitnar lúrarar í einum afturlatnum samfelag.

Míni argument fyri at lesa bløðini eru javnt og samt forvitnir klummuskrivarar. Kanska skal tað takast við í fækkandi orsøkirnar at stuðla skrantandi privatpressuni við skattakrónum til góðar klummuskrivarar.

Ein javnur títtleiki við fúlheitum á forsíðuni, mannfólk, sum klæða seg í blæur og mannfólk, sum seta bakbeinini á seyði niður í ekstra stórar gummistivlarnar, gera tað ikki verri. Tað verður jú ikki lurtað eftir eini uppraðfesting av journalistiska og redaktionella førleikanum kortini.

Sum skattgjaldari má eg spyrja Mentanarnevdnina: Er hetta ein stuðulsverd vøra?