Skip to main content

Geytin 2016


Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri Geytanum, sum verður handaður sunnukvøldið 11. desember kl 19:00.

Tá verða nýggir, føroyskir stuttfilmar vístir, og eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin, ið er 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið letur.

Vinnarin fær eisini eyðkendu Geytastandmyndina, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið.

Sama kvøld fáa áskoðararnir eisini høvi at velja ein yndisfilm, og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.

Í ár kappast sjey føroyskar stuttfilmar um Geytan og Áskoðaravirðislønina. Teir verða sýndir í hesi røð:

Óttafet (Nóllywood)
Nattens Stjerner (Atli Brix Kamban)
Frávik (Maria G. Tórgarð)
Bittersweet (Rói Davidsen)
Marra (Hans Kristian Eyðunsson Hansen  og Torfinnur Jákupsson)
Ramblers (Hanus Johannessen)
Et knæk (Andrias Høgenni)

Filmarnir, ið hava vunnið Geytan higartil eru:

2012 Summarnátt (Sakaris Stórá)
2013 Terminal (Dávur Djurhuus)
2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum)
2015 Stina Karina (Andrias Høgenni)

Filmarnir, ið hava vunnið Áskoðaravirðislønina higartil eru:

2012 Mist (Annika á Lofti)
2013 Munch (Jónfinn Stenberg)
2014 Skuld (Heiðrikur á Heygum)
2015 Tunnan (Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge)