Skip to main content

Góðar sendingar og ikki skrivstovuútvarp


Mánadagin 6. februar í 2017 verður Útvarpið trýss ár. Sum sæst á myndini omanfyri, verður undir spyrjandi yvirskriftini Á føroyskum ella donskum í skúlabókini Fjølmiðlar tikið úr skránni henda dag í 1957.

Seinni kom Sjónvarpið til, og uppaftur seinni vóru báðir almannamiðlarnir lagdir saman í Kringvarp Føroya.

Eingin loyna skal vera, at mær dámar best javngamla varpið, sum tíanverri er drenað av dansktfødda sjónvarpsmiðilinum, so hann, útvarpsparturin í Kringvarpi Føroya, hevur ilt við at fóta sær og skapa eitt lív í dagsins umbroytiliga samfelag.

Tí er tað kærkomið, at Rigmor Dam, sum umsitur Kringvarpið, er farin at gera ein nýggjan public service sáttmála, sum skal galda frá 1. januar 2017 til 31. desember 2020. Fyrsti sáttmáli av tílíkum slag kom fram í 2010.

Sjálvfylgiligheitirnar

Í tílíkum sáttmálum standa sjálvfylgiligheitir, so sum at Kringvarpið skal í størstan mun tryggja, at sendingar og tilfar er óheft av seráhugamálum, er fjølbroytt og margfalt, er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars, at tilfarið veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsingar og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti, vendir sær bæði til avmarkaðar áhugabólkar og til ein størri skara, gevur brúkaranum gott innlit og, sum rosinan í pylsuendanum krevur, at tilfarið, eftir egnari meting, er dygdargott.

Tíðindi og aktuelt

Í frágreiðing undan aðalorðaskiftinum um sáttmálan, sum skal verða í tinginum hósdagin 8. desember kl 11:00, sigur Rigmor Dam, at "Í komandi sáttmálaskeiði verður raðfest at leggja dent á tíðindi og aktuelt, mál og mentan, á tilfar til børn og ung, at teksta føroyskar sendingar til gagns fyri fólk, ið hava hoyribrek, og at gera upplýsandi tilfar til tilflytarar fyri at stuðla upp undir integrasjón."

Tað er frálíkt og tiltrongt, at tíðindi og aktuelt aftur verða nevnd fyrst, tí hesi viðurskifti eru klárt og skilliga farin í baksýnið við øllum teim prátsendingum, sum bæði summarskráin og nú aftur vetraskráin borðreiðir við, aloftast eftir júst sama leisti. Journalistiska fakligheitin kámast skilliga í dagsins Kringvarpi, og eftir eru nýggjyrðini hjá Tóroddi: sussmæli og sussvarp, sum fáa eitt talandi gildi.

Áhugafeløg

Á blaðsíðu 6-7 verður public service hugtakið greinað og útlagt við hesum orðum: "Public service skal skiljast so, at Kringvarp Føroya skal vera í "fólksins tænastu". Umframt avbjóðandi sendingar kann Kringvarpið eisini uttan at skaka óheftnið framleiða tilfar í samstarvi við áhugafeløg. Tað er við til at byggja upp og røkja tað álit og viðurkenning, sum sømir seg einum almennum public service-stovni."

Annan vegin er hetta ein sjálvsagdur fólkaræðisligur tanki, men hinvegin er hetta ein margháttlig binding av fakligum kringvarpsfólki, sum nú skulu ganga ørindi fyri áhugafeløg, helst tey, sum best duga at mutra, tí tey hava eitt journalistiskt fakfólki í starvi onkustaðni í føðiketuni.

Góðar sendingar og ikki skrivstovuútvarp

Mítt krav til útvarpið er, at vit skulu hava góðar sendingar og ikki skrivstovuútvarp. Tað gerst við at innanhýsis fakfólk fáa arbeiðsnáðir at dyrka teirra miðil, leys av skrivstovukrakkum í Mentamálaráðnum, sum duga teirra arbeiði, men ikki hava skil fyri útvarpi. Tað merkir samstundis at programmleiðslan í Kringvarpinum skal duga betur at upphugsa sendingar og tryggja eitt fjølbroytni, ymisk skeið á árinum, so ikki alt loypir saman í eina einsháttaða programmfatan hjá lurtaranum.

Fríyrkisfólk

Á blaðsíðu 8 verður undir yvirskriftini 5.1.5 At keypa framleiðslur sagt: "Hóast Kringvarpið hevur evstu ábyrgd av framleiðslunum, eigur Kringvarpið at hava eitt opið og skipað samstarv við framleiðslueindir uttan fyri stovnin, bæði feløg og einstaklingar. Stovnurin eigur í ávísan mun at bjóða framleiðslur út og keypa lidnar framleiðslur og konsept. Fríyrkisfólk hava tá møguleika at bjóða seg fram og menna sín serkunnleika, og vit fáa størri sendifjølbroytni."

Eitt tað mest spennandi er at gera útvarpssendingar, sum eru filmar fyri oyrað, tað verið seg sum drama, útvarpsleikur, ljóðmynd ella hoyrispæl. Men aftur her er ein margháttlig binding. Sagt verður á blaðsíðu 10, at "Kringvarp Føroya samstarvar við avvarðandi partar um framleiðslu av sjónvarpsdramatikki." So her er lukkað land at gera Rolls Royce útvarp.

Skráin dovnar

Fyrr var tað so, at fríyrkisfólk stóðu fyri helvtini av programmflatuni í útvarpinum. Argumentið fyri hesum var tá, at tey, ið gingu vakt, fingu ikki stundir ella sømdir at gera hesar sersendingar, tí var tað mett best at fríyrkisfólk, sum vóru leys av vaktum og gerandistrummerumm, fingu hesa uppgávu at menna skránna. Hetta er langt síðani dottið burtur, og tí hevur skráin lyndi til at dovna samsvarandi. Einki nýtt hendur, tí fólkini og fyrimyndirnar eru tey somu.

Her er avbjóðandi sáttmálin til kjak: