Skip to main content

Hvør verður besti útlendski filmur?


Í 60 ár hevur ein Oscarvirðisløn verið latin besta útlendska filmi. Tí fer fyrireikingarnevndin, The Academy Award, at gera nógv burturúr, tá tey sunnudagin 26. februar í 2017 fara at kunngerða, hvør fær júst hesa Oscarvirðislønina. Tá hevur Oscarhandini verið hildin 89 ferðir.


Tey hava sett saman eitt yvirlit, ið vísur allar takkartalurnar, síðani italski Fellini fekk virðislønina fyri La Strada í 1957, og allar filmsplakatirnar fram til ungarska holocaustfilmin Sonur Saul og pólska nunnufilmin Ida, sum Filmsfelagið sýndi fyri fullum húsum í fjør og í fyrrárið.


Filmsfelagið hevur eisini sýnt tann filmin, sum eg sjálvur haldi, liggur best fyri í kappingini at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur beint nú. Tað er danski eftirkrígstíðarfilmurin Under sandet, sum á enskum eitir Land of Mine. Peter Storm Wich, sonur Sanne og Ole, er við á liðnum, ið hevur gjørt ljóðið í hesum klaustrofobiska filmi, sum nýtulkar donsku hetjusøgurnar eftir kríggið.


85 lond, sum er tað mesta nakrantíð, hava sent ein film til hesa kapping. Teirra millum er Jemen, sum við filminum Ana Nojoom bent alasherah wamotalagah fyri fyrstu ferð er við. Enska heitið á arabisktmælta filminum er I Am Nojoom, Age 10 and Divorced.


Hyggja vit eftir Norðurlondum, hevur Ísland sent coming-of-age-filmin Þrestir, og Finnland boksarafilmin The Happiest Day in the Life of Olli Mäki, sum eg haldi vera hin besta Norðurlendska í ár. Her eta finsku høvuðsleikararnir morgunmat á norðurlendskari filmstevnu í Lubeck í november.


Í dag eru svenski En man som heter Ove, danski Under sandet og norski antinazifilmurin Kongens nei millum teir níggju filmarnar, ið enn standa eftir, ella eru short listed, at fáa virðislønina sum besti útlendski filmur.

Hinir fremmandmæltu filmarnir eru eysturríkski Tanna, kanadiski Juste la fin du monde, týski Toni Erdmann, iranski Sølumaðurin, russiski Paradís og sveisiski stop-motion filmurin Mítt lív sum ein zucchini.

27 ára gamli Xavier Dolan, sum í 2014 gjørdi Mummy, hevur gjørt kanadiska filmin, og 79 ára gamli Andrey Konchalovskiy hevur gjørt russiska filmin.

Oscartiltakið verður sent í fleiri enn 225 londum og territories, sigur The Academy Award Committee í dag. Enn eru Føroyar hvørki land ella territory, men kanska verður ein føroysktmæltur filmur í spælifilmslongd skotin upp næstu ferð. Livst, so spyrst.