29.12.16

Journalistiskar avbjóðingar


Nýggjar tíðir, nýggjar avbjóðingar. Omanfyri hevur amerikanski teknarin, Matt Wuerker, sum í 2012 fekk Pulitzer heiðurin fyri editorial cartooning, teknað eina symbolska journalistiska hóttafalls- og støðumynd í nýggjastu Politico, sum er avís, tíðarrit og heimasíða, ið fyrstu ferð kom út í Washington fyri tíggju árum síðan.

Óhefta Politico, sum hevur 300 reportarar í Vesturheiminum, lýsir redaktionella virksemið soleiðis:

to help sustain and vastly expand nonpartisan political and policy journalism. We all believe informing readers and holding leaders accountable is and will forever be essential to smart governance, regardless of shifts in technology and consumption habits.

Fotomyndina niðanfyri tók eg í 2011 av Hoover Dam, sum er søguliga byrgingin, ið er merkt Journalism í tekningini hjá Wuerker omanfyri. Sum útsýnið á fotomyndini av brúnni vísur, so hava tey nú bygt eina nýggja brúgv, ið er farleið fyri allari ferðslu. Skjótt og effektivt.

Gamla flotta byrgingin frá 1935, sum elvdi til at Las Vegas bleiv til, og Jimmy Webb yrkir um í triðja ørindi í tíðarleysa og universella verkamannasanginum Highwayman, er nú bara ein byrging. Gamaní ikki uttan týdning, tí øll hava tørv á el-orku og verju móti vatnflóð, men eingin ferðast har longur, uttan í nostalgiørindum. Tey taka beinu brúnna í erva, og skeltið sigur detour, um tú kortini vilt gamla vegin í neðra.

Helt í morgun, at hesar báðar myndirnar, symbolska tekningin omanfyri og fotomyndin niðanfyri við nýggja útsýninum, lýsa nýggjar journalistiskar tíðir og nýggjar journalistiskar avbjóðingar. Óunnuliga sannkenningin av at verða bypassed, at allir vegir bráddliga verða lagdir uttan um teg, títt avrik og tínar førleikar, tí tú hevur ikki eydnast at fylgja við tíðini og at røkja ein lesaraskara.

Hevdvunnin journalistikkur, sum vit higartil hava kent hann, verður yvirhálaður av skjóttgangandi íverksetarum, sum ganga egnar leiðir - bara onkur vil betala.

Veit ikki um henda stuttsøga fyri árslok gav tykkum nakra meining. Men gott nýggjár øll skrivandi og tíðindaflytandi fólk. Sum aldri áður er tørvur á tykkum!