Skip to main content

Lýsingabløð á jólum


Her eru bløð og tilboð, sum postmaðurin hevur borið í mín postkassa síðan beint undan kommunvalinum 8. november. Nú er tíðin, tá floymurin av lýsingabløðum frá handlum og fyritøkum er størstur. Soleiðis skrivaði Málráðið í einum brævi til mentamálaráðharran eftir aldarskiftið, og nevndi óhepnar avleiðingar, so sum at nú fóru fólk at selja og keypa ammeindlegg. - Tað er bláoygt at halda, at fremmand málnýtsla ikki ávirkar málburðin hjá okkum, segði Málráðið og gjørdi vart við, at føroyskt verður í dag nýtt á flestøllum økjum, og tað er eftir drúgt og áhaldandi arbeiði fyri at fremja støðuna hjá føroyskum, at so er. Tá skjeyt Málráðið upp, at øll hesi útlendsku tilboðsbløð hereftir skuldu verða á føroyskum. Hetta søguliga bræv, undirskrivað av formanninum, Jógvani í Lon Jacobsen 24. januar í 2001, legði lunnar undir lýsingabløð á føroyskum. Hóast eins hørð mótmæli og tá TV Avisen mátti víkja fyri Degi og Viku í 1984, bar tað væl til at siga viðskiftafólki frá um ammeindlæg á egnum máli. Á myndini omanfyri sæst, hvussu blómandi marknaðurin er. Ein nýggjur ídnaður og ein nýggj professión tók seg upp - føroyskt lýsingamál. Nú er næsta stiga eftir. Tað kom fram í eini morgunsending í Útvarpinum, har Bergljót av Skarði, sum undirvísir útlendingum, sum ikki eru úr Norðurlondum, í føroyskum máli, segði, at ein nýggjur trupulleiki kom, tá stovnar sum barnagarðar og skúlar, fotokopiera danskar faldarar um ávís viðurskfiti. Tá duga tilflytararnir ikki at lesa málið í upplýsandi faldaranum, sum uttan umhugsni er handaður út til foreldur at lesa. Nú er tíðin komin til næsta málstig á ókeypis almannaprenti: tað skal vera á føroyskum máli, tá stovnar upplýsa um felags aktuell viðurskifti, ið eru kjakevni. Soleiðis broytist eitt livandi mál allastaðni í heiminum. Eisini her hjá okkum, har kollektiva pappírsskrellið sá soleiðis út tríggjar dagar inni í jólamánaðinum.