12.1.17

Finna vit olju?


Her er einasta kort, ið vísur allar tær níggju leitiboringar, sum hava verið í føroyskum øki. Ole Wich teknaði fyri Nám, sum í 2014 gav út Atlas til heim og skúla. Boringarnar eru teknaðar sum biljardkúlur, so tær lættliga síggjast og kunnu merkjast við tí navni tær høvdu. Seinasta boringin higartil er merkt ætlað. Heldur ikki hon gav nakað úrslit, mett í rakstrarverdum virði. Mest áhugavert hjá skúlanæmingin er at síggja, hvussu nær boringarnar vóru við Føroyar. Tær báðar Brugdu-boringarnar vóru bara hundrað kilometrar úr landi.


Á síðu 29 í Atlasinum hjá Námi verður landgrunnurin vístur, so sum Martin Heinesen teknaði og navngav hann yvirfyri Sameindu Tjóðum. Mest áhugaverdi partur av hesum korti er sonevnda gullhornið, sum er samankomingin millum føroyskt og bretskt øki. Bretsku megin finna tey nógva olju, meðan tað enn ikki hevur hepnast okkum at finna olju í rakstrarverdum nøgdum norðanfyri markið. Tey, sum hava sæð filmin There will be blood (Paul Thomas Anderson 2007) vita, hvussu oljumaðurin ger eitt súgvirør, a straw, inn í økið hjá grannanum. Kanska fer tað at bera til einaferð. Somu gyltu áhugamál eru í hesum øki í fiskivinnuni. Ja, kanska er Hetlandsrennan mest áhugaverda økið at granska og gagnnýta á okkara leiðum, í undirgrundini og í sjónum.


Nú verður fyri fyrstu ferð borðað vestanfyri Føroyar. Vil nakar hava olju í framtíðini, so verður tað spennandi. Vil heimurin aftur hava olju í stórum nøgdum, kunnu vit verða minsta fólkaøki, fyri ikki at siga tjóð, ið finnur olju, og ikki longur hevur áneyðir at rinda skatt. Kanska spríkir, um vit bora vestanfyri. Livst so spyrst.