Skip to main content

Jólagáva


Jólagávan frá Jógvani og Anne var ein rundferð í Operahúsinum í Keypmannahavn. Tað húsið er í sjálvum sær eisini ein jólagáva, ið Mærsk Mc-Kinney Møller (1913-2012), formaður, hevur opført og foræret til nationen, sum tað so vakurt stendur skrivað í forhøllini.


Henning Larsen (1925-2013) hevur teknað Operahúsið. Útgrevsturin byrjaði í august í 2001 og húsið varð handað forsætisráðharranum og Kongaliga leikhúsinum at reka í oktober í 2004. Jólini vórðu akkurát av, tá drotningin tók Operahúsið í brúk í januar í 2005. Undirhaldandi ferðaleiðarin, harra Bo, visti nógvar søgur um tvørrandi samstarvið millum arkitektin og byggiharran. Teir báðir aldrandi originalarnir møttust aldri í húsinum, meðan tað var í gerð.


Sagt varð, at byggiharrin vildi ikki vita av fløtu glasframsíðuni, sum arkitekturin teknaði. Loysnin varð fatað sum ein skipsbrúgv, ið reiðarin, pengamaðurin, listastuðlarin og vælgerðarmaðurin Mærsk góðkendi. Bygningurin er leikandi stuttligur. Hiðani tykist framsíðan at vera eitt fullgingið dollargrin, kanska ein Plymouth frá 1957, við íblásturi frá vitaglasinum í torninum á eini sjófarandi tjóð, heldur enn ein eintýðug kommandobrúgv á skipi.

Lætta eysturlendska tekjan fær bygningin at fevna allan knøttin í stíli, ikki minst tungt jarðbundna kinesiska granittið á bryggjuni frammanfyri húsini. Og hyggja vit út úr matstovuni í forhøllini, síggja vit beint á Amalienborgaksen. Nú er staðsetingin merkt av strategiskari makt og ikki bara tankanum um fólksins ogn og gávuuppliving. Bátar sigla um sundið, og ein gongubrúgv knýtir hetta fyrr so avbyrgda økið, og Papirøen í grannalagnum, saman við Nyhavn og harvið miðbýnum.


Innkomin í leikandi Operahúsið sært tú fyrst eitt risastórt graskar, Cocurbita maxima, ið er sjálvur kjarnin í húsinum. Inn og út úr litfagra graskarinum, ið tú fært hug at nema og kína, ganga brúgvar og hurðar til upplivingar, ið bara bíða.


Í forhøllini hanga tær tríggjar eyðkendu ljósakrúnurnar hjá Ólavi Elíasson, sum við endaleysum prismum og perum benda tankarnar á grímur og sjónleik, har harlekin er høvuðsleikari.


Í stóru høllini kunnu 1500 til 1700 fólk sita, alt eftir orkesturstøddini framman fyri pallinum, sum allir stólarnir hvør sær og nágreiniliga venda ímóti. Loftið er lagt við gulli og til vinstru á niðaru myndini er kongalosjan. Krossskipanin á vegginum er at seta ljós eftir.


Í einu gongini sæst ein trý ára tíðarlinja fyri einum leiki í gerð. Tað er Momo og sjáldsama søgan um Tíðartjóvarnar hjá Michel Ende, sum 2500 fólk sóu eftir 30 sýningum á Tjóðpallinum á lítla Meiarínum í Havn í 2005. Vit duga eisini.


Aftanfyri graskarið, longur inni í Operuni í Hólmanum, síggja vit pallmyndir í sambandi við fongsulsoperuna Dead Man Walking, sum er í tveimum aktum.



Í næstu gongd síggja vit portrettmyndir av øllum medleikarum í Kongaliga Kapellinum, alt síðan tað byrjaði og fotografering varð uppfunnin. Frá møðsamt uppstillaðum portrettmyndum í stívasta pussi í byrjanini, hava ymsu kongaligu fotografarnir, Elfelt, Mydtskov og fleiri, arbeitt seg móti einum fríari og spælandi stíli.


Og at enda sleppa vit inn á sjálvan pallin og kunnu taka eina sjálvsu, eina selfie, undir gullloftinum á flottasta palli á okkara leiðum. Snap!


Innan vit fara út úr Operahúsinum, sum Mærsk gav danska fólkinum, kunnu vit spæla á italsku veggjaflísarnar, sum var tað ein xylofon, ið fer um allan veggin, meðan Arkitektaskúlin sæst í baksýni. Ein góða gáva, jólagávan til okkara, og verðinshúsið til allar danskarar og mentanarnjótarar annars.