Skip to main content

Skiftandi ljós


Skiftandi ljós er vælsignilsið, og kann meir enn so henda tað øvuta, tá tú koyrir ein sunnudagsbiltúr í Suðurstreymoy. Her er ólavskirkjan í Kirkjubø, ið er elsta kirkjan í landinum, sum enn er í brúki. Helst er hon reist í 1200-talinum, sigur hin føroyska Wikipedia. Klokkan er tvey, hann hevur drigið fyri lágu sólina, men so ljósnar í erva.


So blunkar aftur, skýfrí sól og mest sum sólarmyrkur, yvir taratonglunum í víkini, har írska halgimenni Brendan (489-580) einumsinni legði at.


Framvið Sugguni, Lágabøi og Kyrjasteini tendrar sólin aftur og festir í gylta grasið.


Nú eru glitrandi sólskinssparlar myndaevnið millum fótafetini og traktorsporini í váta bønum. Tey eru so spennandi, sparlamotivini, at ólavskirkjan og tonglavíkin mugu aftur á breddan.


Besta ljós, í løtum eisini við ælaboga og spennandi kastiskuggum, er tó á Eystnesi, har vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga síggjast úr Havn í blunkandi sunnudagssólini.