4.1.17

Spennandi filmar


Við ársbyrjan leggur Havnar Bio út við fleiri spennandi filmum. Fyrst er at nevna kenda mótamannin, Tom Ford (f.1961), sum umframt egna parfumu, eisini er filmsleikstjóri. Fyrsti filmurin A Single Man (2009) varð í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Annar og nýggjasti filmurin hjá móta ikoninum Tom Ford, Nocturnal Animals (2016), verður sýndur í Havnar Bio í annaðkvøld. Filmurin vann dómsnevndarvirðislønina í Venezia í fjør, og hevur fingið serstakliga góð ummæli.


Hósdagin 12. januar verður aftur eitt móta-ikon at síggja - Jackie, sum er um amerikansku forsetafrúuna, ið gjørdist griksk reiðarafrúa. Pablo Larrain (f.1976) er spennandi kilenski leikstjórin, sum tey, ið ganga í Filmsfelagnum, sóu í fjør, tá óunnuligi filmurin El Club (2015), varð vístur. Hann var um prestar, sum vóru burturvístir til eina fjarskotna bygd at vera.


Millum mest spennandi amerikansku leikstjórararnar er 74 ára gamli Martin Scorsese. Hann er aktuellur við jesuitta filminum Silence, ið er um tveir portugisiskar prestar, sum í 17. øld fara til Japan at finna ein mentor, og at boða katólska evangeliið. Silence verður frumsýndur í Havnar Bio hósdagin 26. januar.


Tann filmur, ið flestu gita, fer at fáa fleiri Osvarvirðislønir sunnudagin 26. februar í 2017, er romantiski sangleikurin La La Land, sum hin ungi Damien Chazelle (f.1985) hevur leikstjórnað. Hann gjørdi eisini trummufilmin Whiplash (2014), sum Filmsfelagið vísti í fyrra árið. Ryan Gosling og Emma Stone hava høvuðsleiklutirnar í La La Landi, sum fyrstu ferð varð sýndur í Venezia í august og fekk og góð ummæli.


Jimmy Kimmel er vertur, tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar í ár.