Skip to main content

Stiftin brotnaði


Ætlaði at skriva eina viðmerking til áhugverdu greinina hjá Georg um løgtingsuppskotið um tvær milliónir av almennum skattpengum at geva privatu miðlunum. Hóast inngangssitatið ikki hevur fingið týðarastuðul, og tí verður standandi á útlendskum til føroyskar lesarar, so skilji eg væl, hvat Georg sigur, eisini tá hann samanber við útlendsk viðurskifti. Og vit eiga at minnast til, at orðið útlendskt í dag verður rættlisið og fatað sum danskt. Meðan eg lesi um donsku Gyllegate og amerikansku Watergate, fái eg tann ófyrigeviliga framtíðartanka, um vit nakrantíð munnu fara at lesa um eina heimliga Miðlastuðulsgate. Eftir góðu frásøgnina hjá Georg úr tinginum millum jólanna, eru løgtingsfólk týðuliga ávirkaði av onkrum og ymsum sum í minsta lagi er undrunarvert. Hvørji munnu tey vera, sum ganga ørindi fyri okkara politikarar í hesum máli, í teirri vón at fáa hendur á tveimum almennum skattamilliónum? Munnu tey, løgtingsfólkini, vita av, at tey verða drigin uppá tráð? Ella er hetta enn eitt kærkomið og nærum bílagt spunahøvi hjá rumbulspolitikarum av bygd at seta seg sjálvan í politiskt fokus í Havn? Og ikki um at tala Atlasgate, tá privatir áhugafelagsskapir í tí dulda ávirkaðu politikarar og fingu aðrar politikarar at ganga ørindi fyri seg. Royni at skriva eina kvalifiseraða viðmerking um miðlastuðulin, sum byggir á mínar egnu skattakrónur, ið eg tí kenni ábyrgd av, mest tí mær dámar so væl at lesa móðurmálið í dagbløðum, tá lesnaðurin ger seg sjálvan lesiverdugan. Men gakk. Tá brotnaði stiftin. Tað er fríggjadagur tann trettandi, tjúgundi dagur jóla. Jólini eru av, og nú er nóg mikið. Ogna stift og onga krónu frá mær til miðlar, ið ikki kunnu bera seg.