Skip to main content

Stormurin stilnaður


Út á kvøldið stilnaði stormurin og alt andaði frið á Vaglinum og har um leiðir. Her standa tey bæði í friðsælum jólalýsi í Sparikassagarðinum, maður og kona, so sum Janus Kamban stoypti tey í bronsu í 1972. Aftanfyri er tinghúsið. Eitt hanagleiv oman móti Vaglinum er kioskin hjá Astu, ið er tað bygningsverk, sum í kavanum heldur skurvuta torginum saman. Her er markant monumentala sirkuskioskin sædd av skoytubananum hjá Heðini.


Fólksins rukkublikk, perur og vindeygalúkur standa seg væl móti kommunalu miðfyrisitingini og tingsins øvrigheit.


Ja, sjálvt parlamentariska Bókahandlaravaglið letst ikki um vón, nú stormurin stilnaði. Ikki ein ond í heimsins nalva.


Og tó. Á hulda trýkantinum framman fyri tinghúsinum hava kátir unglingar í Havn givið Effersøe uppreisin. Um erigeraða inntrivið er politiskt litað við øðrum enn bláum dreingjasproyti veit eg ikki. Í hálkuni kann hugsast, at tað hevur nakað við analpolitiska glíðibreyt at gera.


Hinumegin Vaglið situr stirdi íslendingurin og bíðar eftir at verða fevndur, har hann situr sum Risin í Eiðisflógva, tá sólin kastaði sínar strálur á hann. Kanska kemur ein svørt kelling framvið onkra náttina og forloysir hann við einum Ludospæli úr handilsglugganum.


Traðarmaðurin hjá Hans Paula Olsen er illbrýntur og ikki sørt misháttur undir lagsta kavanum. Kanska er tað nýggja býráðssamgongan, sum er so tung at draga hjá havnarmanninum.


Niðri í Vágsbotni stendur Nólsoyar Páll við vátum fingrum og skoðar út í hav. Í kvøld sær hann Norrønu við purpurlittum náttklubbaljósum.


Snarskivan, snúningsásur borgarans, er pyntað við jólastjørnum og perum, eins og Reinsaríið og allir teir kommunalu bygningarnir í miðbýnum.


Pylsuvognurin er stongdur, men Café Natúr er opin. Tað nærkast midnátt, barrvørurin er einsamallur og ambulansan patruljerar. Niðast í Broncksgøtu leypa fýra børn skalv. Eftir óbeskriviliga harðan storm er stilt, trygt og friðsælt í Havnini. Gott vikuskifti!