16.1.17

Tá filmsdreymar gerast veruleiki


Brot úr grein í Varðanum 83 nr 2 2016, sum byggir á samrøðu við Sakaris Stóra í fjør summar. Eyðun Müller Thomsen tók myndirnar undir filmsupptøkunum

Sakaris Stórá og eg hava reist okkum úr stólunum í Havnar Bio, har skotski Mike Day akkurát hevur víst ”The Islands and the Whales”.

”Tað var deiligt at síggja filmin. Ikki tí, eg havi havt møguleikan at sæð hann fyrr, men eg vildi goyma upplivingina til biografin. Har egnar filmurin seg best,” sigur Sakaris fram fyri seg í biografmyrkrinum mitt í august.

”Og tá perspektivið ikki er yvirfladiskt, er gestsins eyga sanniliga gløgt. Tað besta var tó at síggja, hvussu væl føroyska samtíðin og føroyska málið rigga á stóra løriftinum. Eg eri bara enn meir sannførdur um, at filmur er ein týdningarmikil partur av samleikanum og samfelagsfatanini, og at vit noyðast og hava skyldu at gera føroyskar filmar,” sigur leikstjórin úr Skopun.

Dreymar við havið

”Mær dámar ikki grenjið um, at tað ikki ber til at gera film í Føroyum. Vit hava avbjóðignar, men vit hava eisini fyrimunir”, sigur Sakaris, sum hevur gjørt fleiri virðisløntar stuttfilmar.

Hin 26. juni í ár fór hann undir ”Dreymar við havið”, sum er hansara fyrsti spælfilmur í fullari longd.

Eitt annað summarmark raka vit ólavsøkuaftan, sum í ár er 30 ára føðingardagur hjá Sakarisi.

Kalendarin sigur, at tveir arbeiðsdagar eftir føðingardagin eru filmsupptøkurnar lidnar.

Fremleiðararnir lova frumsýningin beint eftir ársskiftið, helst á eini altjóða filmsstevnu. Tað var á eini tílíkari stevnu í Berlin, at Sakaris vann fyrstu virðisløn fyri stuttfilmin ”Vetrarmorgun” í 2014.


Nú er so kvirt

”Alt er so kvirt og tómt, nú framleiðslan er liðug. Men eg siti eftur við eini ekstremt góðari kenslu”, sigur Sakaris, tá hann koplar sjálvirkandi svararan frá á telduni heima á Áarbakkanum í Skopun.

Higartil hevur hann sagt ”I will not be able to respond to your message, since I'm on vacation and away from the computer, after a long but lovely shooting of my feature film. Will be back in office mid. August.”

Har eru vit nú, mitt í august, á kaffistovu undur Bryggjubakka í Havn. Vespur surra í sólin, ferðafólk parlamentera á fremmandum málum, bátamotorar hjara og har yviri hevur ein fuglar skvett á borðið.
Vit fara innum og seta okkum tveireinir hvør sínu megin stóra runda skiparaborðið heilt har inni í kaffistovuni.

“Nú eru harðastu arbeiðsvikur í mínum lívi farnar afturum, og vit eru liðug við upptøkurnar. Leikaraavrikini eru í heimsflokki, og eg haldi veruliga, at filmurin fer lúkst í hjartað á fólki”, sigur Sakaris, meðan grønt ísté við kirsuberum kemur inn á borðið.

“Avrikið kemur ikki úr ongum. Vit hava vant í meiri enn eitt ár við leikarum og tekstinum, og hava ment leikararnar gjøgnum tekstin og hinvegin tekstin gjøgnum leikararnar. Eg havi koyrt hart á tey, arbeitt náðileyst og málrættað at skapa góð avrik og einki annað”, sigur Sakaris, sum í lítlu føroysku filmsbransjuni er um at verða kendur sum ein harður hálsur, ið alla tíðina sveiggjar koyrilin. So siga tey.

Úr tveimum hornum í samfelagnum

Heldur enn ávísum evnum fylgir filmurin tveimum ymiskum leiklutum, tveimum gentum, ið eru í hvør sínum avgjørda horni í føroyska samfelagnum.

”Hetta er sosialrealisma, sum lýsir kontrastir í føroyska samfelagnum, og ein coming af age filmur” sigur Sakaris og leitar eftir einum føroyskum orði fyri enska hugtakinum, men finnur tað ikki.

”Summi fara at fata hetta sum ein betentan pott, sum vit hava sett útá, latið gudstrúgv, sex, kærleika og brennivín útí og so kókað.”

”Men heldur enn at kritisera, so vísa vit erliga, hvussu partar av føroyska samfelagnum veruliga eru”, sigur Sakaris og lesur boðini, sum koma inn á telefonina, ið liggur á kaffiborðinum, ið larmar sum ein trumma. Tað er unnustan, sum fer til arbeiðis.



Sandoyggin er tætt at hjartanum

Filmsliðið hevur búð í Ísansgarði og í Andarisa heima á Sandi og í Skopun við, meðan arbeitt hevur verið við filminum.

Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad úr Havn og Helena Heðinsdóttir úr Sørvági.

Framleiðarar eru Ingun í Skrivarastovu, Jón Hammer og Katja Adomeit.

Skilligt er, at upptøkuliðið hevur havt Sandoynna tætt at hjartanum, hóast fotografurin, Virginie Surdej, er úr Belgia, føroysku framleiðararnir eru úr Havn, og altjóða framleiðarin, Katja Adomeit, er úr Týsklandi.

“Hvønn týdning hevur tað fyri teg at fáa ein framleiðara á einum so markantum filmi at samstarva við?”

“Tað hugsi eg sjáldan um”, sigur Sakaris. “Tað týdningarmesta fyri meg er, at eg sleppi at arbeiða við fólkum, sum eg havi álit á, og sum eg kenni meg tryggan saman við. Og allar mest umráðandi - fólkum, sum skilja mína visión og mín máta at arbeiða uppá. Men hinvegin, so eri eg glaður fyri at tey fólkini eru millum tey bestu í Evropa”, sigur Sakaris og smílir, meðan tallerkar og gløs glinta um kapp við ferðafólkini, sum vilja keypa bíligar minnislutir.

Umframt spæli- og heimildarfilm, hevur Virginie Surdej filmað fyri rokkbólkin Coldplay, gjørt eksperimenterandi listainnstallatiónir og lýsingafilmar fyri stórbýarskógvar hjá Christian Louboutin og klædnasnið hjá Christian Dior og Paco Rabanne.

“Hvussu fekst tú hana til Skopunar?” spyrji eg kveit ótolin eftir servetrisuni, sum lovaði at koma við Othellukakuni. Bara til mín, ikki til Sakaris, sum vísir mær áskriftina á bæði teldu og myndatóli:

”This Machine Kills Fascists!”

”Woody Guthrie, var tað ikki hann?”

”Jú, hann skrivaði tað á gittarin í 1941,” sigi eg og angri at eg bestilti broddborgarligu kakuna.

“Virginie og eg, vit hittust, tá eg gekk á filmsskúla í Nordland Kunst- og Filmfagskole í Kabelvåg í Loftoen í Noregi, har hon var gestalærari. Tað var í 2007, eftir at eg hevði verið á einum norskum háskúla. Vit arbeiddu saman við onkrari filmsverkætlan aftan á filmskúlan, og tá eg segði, at eg hevði hug at gera ein stuttfilm í Føroyum, spurdi hon, um hon ikki kundi sleppa við at filma. Síðan hevur hon eisini verið fotografur á “Vetrarmorgun” og nú á “Dreymar við Havið”. Eg haldi, at hon tímir at arbeiða saman við mær, tí hon trýr uppá meg, og tí hon skilur væl mína visión og mín máta at fortelja søgur á filmi. Ja, hon hevur arbeitt saman við størstu nøvnunum í móta- og tónleikavinnuni og hevur ótrúliga nógvar royndir frá filmi. So eg føli tað altíð sum ein heiður, at hon tímir at koma tvætlandi til Skopunar at arbeiða við mínum filmum. Bæði filmslið og leikarar elska hana, og hennara royndir smitta, so hon er lærurík at arbeiða saman við. Eg havi nógv at takka henni fyri. Kundi ikki hugsað mær at arbeitt við nøkrum øðrum høvuðsfotografi á hesum filminum”, sigur Sakaris meðan eg stríðist við nýkomna róman.

“Høvuðsfotografurin, Virginie, sum eg arbeiði saman við, hevur verið í Føroyum fýra ferðir og hevur bara arbeitt í Sandoynni. Hon heldur tað er eitt heilt fantastiskt stað at gera film, og hon er hugtikin av oynni. Eftir at vit gjørdu ”Summarnátt”, hava tey flestu, sum gera film, filmað eitthvørt í Sandoynni. Sæð uppá tann mátan átti filmshús og alt, sum fólk finna uppá, at ligið í Sandoynni, tað hevði verið upplagt”, sigur Sakarias í framhaldi av tí tosi, sum í seinastuni hevur verið um almennan stuðul úr Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum til filmsgerð og eitt filmshús í Føroyum.

Av tilvild í Norðurnoregi 

Meðan eg skavi seinasta róman av tallerkinum, undrist eg yvir tað kosmopolitska, sum sjónliga gongur aftur á teimum fjarskotnu leiðum, Sakaris hevur verið á úr Skopun til Lofoten. Men tað er tann bera tilvild, vissar hann meg um.

“At eg valdi Norðurnoreg, var tilvildarligt. Eg hevði ikki miðnám, so eg kundi ikki sleppa inn á universitetið at lesa film. Og eg hevði ikki ráð til at fara í dýru privatskúlarnar. Eg burdi kunnað sagt, at eg valdi akkurát Lofoten, tí tað minti so nógv um Føroyar. Men í grundini, so ánaði eg ikki hvat Lofoten var, ella hvar tað var, fyrr enn eg stóð har. Men seinni havi eg verið fegin um, at eg valdi at lesa akkurát har. Tí alt, vit lærdu har, var lutfalsliga lætt at seta í føroyskan karm, tí umhvørvið og samfelagið minti so nógv um Føroyar. Tað var ikki ein prestigefullur skúli við stórum budgettum til skúlauppgávurnar og state-of-the-art útgerð. Tað var trupult at flúgva kendar leikarar inn, og tí vóru vit noydd at arbeiða við fólki, sum ongantíð høvdu staðið framman fyri einum upptøkutóli fyrr”, sigur Sakaris um skúlaárini í Kabelvåg, har øll fingust við film og list.

“Ein stórur fyrimunur við Lofoten var, at har var ikki so nógv annað at fáast við. Tað var eitt sindur sum ein bobla, har tey einastu fólkini, eg hevði samband við, antin fingust við list ella við film. Vit vóru eisini ein stuttlig samanseting av fólkum í flokkinum, sum eg gekk í. Tí vit vóru so øgiliga ólík og oftast ósamd eisini”, sigur Sakaris og vísir á praktisku avrikini í skúlanum.

“Tann besti lærdómurin, ein kann fáa, er tann praktiski. Og tað var serliga læruríkt at arbeiða á framleiðslunum hjá hinum næmingunum og síggja, hvussu tey tulkaðu støður og loystu trupuleikar. Tey flestu vóru nógv dugnaligari enn eg. Alíkavæl høvdu vit eina stóra og ektaða virðing fyri hvørjum øðrum”, minnist Sakaris, og fer at tosa um gestalærararnar á skúlanum.

Mentor úr Irak

“Har vóru nógvir dugnaligir gestalærarir, og tað var á tann hátt, at Virginie og eg hittust. Men tann, sum lærdi meg mest, var lærarin, ið vit høvdu í fakinum leikstjórn. Hann var úr Irak og var komin sum flótti til Noregs. Ein ótrúliga væl lisin maður við heilt ekstremt nógvum lívslærdómi í viðførinum. Hann var eisini ein harður fani. Hann fekk meg at gráta longu fyrstu vikuna, og hann segði einki positivt um meg fyrr enn í síðstu lestrarhálvu. Men vit eru væl enn, og árini eftir filmskúlan var hann eitt slag av mentori fyri meg. Hann er enn tann fyrsti, eg ringi til, um eg vinni onkra virðisløn ella slíkt. Summi fólk eru bara heilt ótrúligir kapasitetir. Ósjálvsøkin og dedikerað”, sigur Sakaris fjaroygdur og fær meg at hugsa um ein brævbjálva, eg einferð fekk.

Drongurin, sum arbeiddi á flakavirki og vildi út í heim

Sjey ár eftir at vit fyrstu ferð høvdu samband, og eg ummælti hann her á blogginum undir heitinum Poetiskur beiskleiki, spyrji eg Sakaris, hvat tað var, hann setti sær fyri at loysa við uppgávuni, sum endaði við at blíva meistarligi filmurin, "Passasjeren"?

“Áðrenn “Passasjeren” hevði eg leikstjórnað mín fyrsta stuttfilm, “Ikaros”. Ein filmskúlaligur filmur um ein drong, sum arbeiddi á einum flakavirki, og skuldi velja millum tað, hann hevði heima, og tað, sum stóri heimurin hevði at bjóða. Eitt slag av anti-sjálvbiografi. Men har var ambitiónin einans at hava okkurt at arbeiða við næstu lestrarhálvu, so eg ikki bleiv blakaður úr skúlanum. Mær dámdi so væl at vera har.

“Passasjeren” var eitt sindur øðrvísi. Har setti eg mær hægri mál. Eg vildi royna at gera ein góðan film. Eg sá ein norskan stuttfilm á eini filmstevnu í Danmark, “Bawke”, eftir Hirsham Zaman. Tá eg sá hann, upplivdi eg fyri fyrstu ferð, at tað ber til at siga eina søgu stutta og greiða, uttan ov nógv hóvasták, men sum kortini nemur við hjartað á fólki og gevur okkum okkurt at hugsa um. Leikritið í “Passasjeren” er tað besta, eg havi skrivað. Í so máta eri eg øgiliga glaður fyri filmin. Hevði eg ikki gjørt akkurát tann filmin, so hevði eg helst verið farin eina aðra leið eftir filmsskúlan. At hann varð fortaldur við so fáum orðum, kom bara av, at bæði eg og mín høvuðsvegleiðari dugdu ikki nóg væl norskt. Í Føroyum er øðrvísi. Eg eri góður við føroyska málið, og eg føli, at eg havi eina skyldu at toyggja og tamba tað á løritinum og at vita, hvussu nógv tað tolir”, sigur Sakaris um fyrstu filmarnar í Noregi.

Meðan eg vigi tómu teskeiðina aftur og fram millum fingrarnar og hann rullar ótendraðu sigarettina millum tummil og fremstafingur hinumegin borðið, semjast vit um, at besti filmur er ein orðaleysur filmur, sum ”Koyaanisqatsi” hjá Godfrey Reggio. Ein filmur, sum fer um øll mørk og ikki er bundin av orðum og talaðum máli. Men tað er bara í eini perfektari verð.

At arbeiða við leikarum á filmi

Í føroysku filmunum “Summarnátt” og “Vetrarmorgun” hevur Sakaris sett sær fyri at brúka ókendar ungar kvinnur sum leikarar. Eg leggi desertskeiðina frá mær og eg spyrji, hví hann hevur valt soleiðis?

“Eg vildi ikki sagt, at Armgarð Mortensen var eitt ókent navn áðrenn mínar stuttfilmar. Men tá eg flutti heim aftur til Føroya, kendi eg ongan í hesum aldursbólkinum. So eg hevði opnar auditions, har ein og hvør í røttum aldursbólki kundi koma og royna seg. Og harfrá var tað bara hart arbeiðið, eldhugi og ein grundleggjandi fatan fyri leiklutunum, karakaterunum, og teirra støðu, sum skuldi viðgerast”.

“Hvussu er tín metoda, tín arbeiðsháttur, við leikarum?” spyrji eg finni eina seinastu rest av dekadentu rómakøkuni, og kenni meg eitt bil sum í ”The Meaning of Life” hjá Monthy Python.

“Eg veit ikki heilt, hvussu mín arbeiðsháttur er. Eg royni enn at finna mín egna arbeiðshátt. Men fyrst og fremst er tað ein virðing og eitt álit, sum er fundamentið undir tí, vit gera. At fáa fólk at avrika tað besta, tey nakrantíð hava avrikað, er ein rúsur uttan líka. Tað royni eg at gera, hvørja ferð eg geri film. Tað er minstakravið, eg seti mær sjálvum”, sigur Sakaris og nevnir hugtakið amatørar og yrkislærd.

“Eg eri ofta spurdur, hvussu tað er at arbeiða við amatørum. Tað havi eg ikki verið førur fyri at svara, tí eg havi ongantíð arbeitt saman við amatørum. Tá “Vetrarmorgun” vann á Berlinale, fingu leikararnir í filminum rós fyri at hava nøkur av bestu avrikunum á festivalinum, og tað er í grundini rættiliga “sjúkt”, tá hugsað verður um, at Berlinalan er heimsins størsta filmstiltak.

Professionalitetur er eitt støði og ein sannføring, eitt engagement og ein stríðsvilji. Tað havi eg merkt í øllum mínum filmum. Og tað kemur fyrst og fremst av, at leikarararnir veruliga hava brent fyri søguni, sum vit hava roynt at fortalt, sjálvt um tað hevði verið lættari og effektivari at arbeitt við faklærdum leikarum. Men tann møguleikan hevur man ikki, tá tað er ungdómsfilmur. Hinvegin, so kendi eg meg heldur ikki nóg royndan at arbeiða við fakútbúnum leikarum. Tað geri eg hesaferð, og tað er ein frøi at arbeiða við teimum. Men upp á sama máta sum við undanfarnu filmunum havi eg havt opnar auditions og havi funnið meginpartin av leiklutunum tann vegin. Eg seti ongantíð andlit á leiklutirnar í leikritinum, fyrr enn vit hava funnið leikarararnar. So lata vit leikararnar menna leiklutin saman við okkum, og avrikið verður harvið okkara felags ogn”, sigur Sakaris og nevnir fyrimyndir úr filmssøguni sum John Cassavetes.

At møta høvundanum, Marjun

“Beint eftir tín 30 ára dag, til lukku forrestin, vórðu upptøkurnar til tín fyrsta langa spælifilm, “Dreymar við havið”, lidnar. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað handritið til filmin. Hvussu møttust tit bæði?” spyrji eg og leggi skeiðina endaliga frá mær.

“Vit møttust ikki fyrr enn vit sótu og arbeiddu saman. Eg kendi ikki Marjuna áðrenn. Men eg helt, at hon skrivaði øgiliga visuelt og filmatiskt, samstundis sum eg føldi, at hon dugdi væl at raka tað, sum eg hevði roynt at sagt við mínum stuttfilmum. Tað var, áðrenn eg visti, at hon var eitt tað størsta talentið, vit eiga í Føroyum. Hevði eg havt lisið nakað serligt av tí, hon hevði skrivað áðrenn, so hevði eg ikki torað at sett meg í samband við hana. So har kom mín óvitan um bøkur okkum til góðar. Ella kanska var samstarvið bara meint at henda. Eg eri í øllum førum glaður fyri, at tað hendi”, sigur Sakaris.

“Hon er orðakvinna, rithøvundur úr høvuðsstaðnum, við tokka til kópakonuna úr Mikladali, og tú ert myndamaður, filmsleikstjóri av bygd, við tokka til Star Wars. Hvussu hevur tað borið til at arbeitt saman, tá tit koma úr so ymsum listagreinum og umhvørvum?”

Sakaris flennir, fær sær grønt ísté, og biður meg heldur spyrja Marjuna um tokkan til kópakonuna.

“Mín tokki til Star Wars vardi bara, til “The Phantom Menace” oyðilegði spælið. Ein tílík tilgongd er helst altíð eitt sindur løgin. Men eg haldi, at eg og Marjun bara kennast gjøgnum okkara felags vinfólk. Og okkara felags vinfólk eru ikki veruligir persónar, men íspunnu leiklutirnir í leikritinum. Í bókum er tað bara hugflogið, ið setur mørkini. Við filmi skal alla tíðina takast atlit at praktisku og teknisku karmunum, sum vit virka undir. Í Føroyum eru teir rættiliga avmarkandi, um vit ikki duga at gagnnýta tað, vit hava. Viðhvørt hevur arbeiðstilgongdin verið ein togtogan millum hugflogið, sum ber søguna, og praktisku karmarnar, sum mynda hana. Onkrar vakrar senur eru skornar burtur, tí tær høvdu tikið dagar at filmað, og okkurt hevði verið neyðugt at filmað í studio. Men burtur úr tí eru sprotnar nýggjar senur við autentisitetinum, sum veruligu karmarnir hóast alt geva okkum. Um eg skal lýsa prosessina við einum orði, so má tað nokk vera ”læruríkt”. Og so fann eg brádliga útav, at eg og Marjun eru eitt sindur lík, tá tað kemur til framtíðarætlanir, tí vit siga, at nú gevast vit við okkara yrki, tá eitt verk er liðugt. Ikki fyrr enn trongdin at skapa blívur nóg stór at draga okkum inn í tað tungu prosessina, sum skapanartilgongdin er, byrja vit at skapa aftur. Eg veit ikki, hvussu verður við hesum filminum, um hetta verður mín síðsti - har segði eg tað aftur. Mín ambitión er oftast at fáa mær eitt vanligt arbeiði eina tíð og so síggja, um hendan farliga tráanin eftir at skapa, aftur vinnur á allari rationellari hugsan. Tað plagar hon at gera”, sigur Sakaris og greiðir varisliga frá um hjartamálið við fyrsta spælifilminum í fullari longd, “Dreymar við havið”.


At fortelja søgur um samleika

“Fyrst og fremst hevur ynskið verið at fortelja eina góða søgu. Tað hevur verið heilaga aðalmálið við filminum. Eg trúgvi at ”samleiki” er reyði tráðurin í øllum mínum filmum. Tað er tað eisini hesaferð. Sjálvt um eg ikki havi skrivað leikritið. Filmurin snýr seg í stóran mun um, hvørji vit eru inni undir tí spjaldrinum, sum samfelagið og nærumhvørvið setur á okkum. Tað er har, vit finna tað veruliga og sannað menniskjað, og tað er tað, sum eg elski at viðgera á filmi. “Vetrarmorgun” viðgjørdi eisini samleika, men í tí filminum var tað sexualitetur og kynsligur samleiki. Og tað eydnaðist, haldi eg. Størsti heiðurin, eg havi fingið síðan virðislønina í Berlin, kom púra óvæntað, meðan eg hugdi eftir orðaskiftinum um hjúnabandslógina, har Bill Justinussen úr Miðflokkinum, ”rósti” m.a. filmi, fyri at hava flutt fatanina hjá føroyingum at góðtaka homosexualitet sum nakað normalt. Tá bleiv eg bæði stoltur og samstundis rørdur, tí tá hugsaði eg: ”Fokk ja! Filmur kann vera við til at broyta samfelagið til tað betra”. Tað vóni eg eisini, at hesin filmurin onkursvegna kann. Tí hann varpar ljós á nøkur viðurskifti, sum henda undir teirri vøkru og óspiltu ímyndini av Føroyum, sum vit eftirhondini eru von at fyrigykla okkum. Eg vil ikki gera politiskar filmar, men filmur er ein endurspeglan av tí samfelag, sum vit liva í. Og tá verður tað nokk politikkur óansæð. Men av tí at vit ikki hava nakra veruliga filmsmentan í Føroyum, hava fólk verið noydd at spegla sær í realityrøðum, ferðavinnulýsingum og donskum b-kendisum. Og tað er faninme ikki gott nokk. Kanska mín goymda agenda hevur verið at geva sjálvsfatanini av føroyska samfelagnum eitt hart spark í reyvina. Allarhelst”, sigur Sakaris og rullar sigarettina millum fingrarnar og leggur hana so aftur.


Føroyskir leikarar og føroysk upptøkustøð

Við hesari heimligu landkenning spyrji eg, um allir leikarar eru føroyingar og um øll upptøkustøð eru føroysk?

“Allir leikararar eru føroyingar, og øll upptøkustøð eru føroysk og meginparturin av filmsliðnum er eisini føroyingar, og innihaldsliga er hetta ein føroyskur filmur. Fíggjarliga og taktiskt er tað ein heilt idiotisk avgerð, tí bæði sýningarmøguleikarnir og møguleikarnir at fáa fígging høvdu verið nógv betri, um eg ikki gjørdi soleiðis. Men filmurin vísir ein part av kjarnanum í føroyska samfelagnum, og tað er tað allar viktigasta, vit hava brúk fyri. Mín uppgáva hevði verið nógvar ferðir lættari, um eg valdi stór útlendsk nøvn, ella um eg hevði flutt partar av framleiðsluni til studiobygningar í grannalondunum”, sigur Sakaris og avdúkar, at aftaná “Vetrarmorgun” fekk hann bjóðað eitt ávíst samstarv við stór filmsfeløg í grannalondunum.

“Men eg var ikki áhugaður. Tí so hevði hesin filmurin ikki fortalt søguna, sum eg vil fortelja. Og tað dugi eg ikki at ganga upp á kompromis við. Í so máta eri eg flúgvandi nationalistur. Kanska fari eg at angra tað, tá eg verði 60, men ikki nú eg eri 30. Tað snýr seg um at skapa virði og ikki ússaligt mammon. Autentisitetur er lyklaorðið. Og um eg kenni á mær, at eg ikki sleppi at brúka mína leikstjórn til at skapa ein menniskjansligan autentisitet, so tími eg ikki at leikstjórna”, sigur Sakaris avgjørdur meðan hann aftur rullar sigarettina millum fingrarnar og stoytir hana niður á borðið, upp og niður.

Eg ynski honum góða eydnu við filminum og spyrji, nær vit kunnu vænta at síggja filmin í einum føroyskum biografi?

“Takk fyri góðynski. Vónandi verður “Dreymar við havið” sýndur í Føroyum áðrenn eg verði 31. Og mótvegis fyrr, tá eg aldri ætlaði at gera film, eftir at ein varð liðugur, so havi eg nú fingið blóð á tonnina og eri longu farin at hugsa um eina nýggja filmsætlan. Hóast umstøðurnar ikki eru tær bestu, og eg ivist í tí filmspolitikki, sum verður førdur, so vil eg eisini gera mín næsta film í Føroyum. Tí vit hava brúk fyri tí, og tí at nógvar søgur eru at fortelja á filmi”, sigur Sakris, fer útum og hevur longu tendrað sigarettina á gáttini út í bleiktrandi summarljósið undir Bryggjubakka.

Øll samrøðan kann lesast í Varðanum 83 nr 2 2016