Skip to main content

Trump er góður fyri pressuna


Í svensku sjónvarpssendingini Agenda á SVT2 í kvøld, sigur Ian Swanson, at nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum tekur við fríggjadagin, hevur verið sjáldsama góður fyri amerikansku pressuna beint nú.

Ian Swanson er blaðstjóri á The Hill í Washington,

- Donald Trump er á toppinum nú, tí hann er í opnum stríði við allar miðlar, nú eisini CNN.

Men av toppinum er bara undanbrekka, sigur Ian Swanson tvítýðugur um nýggja forsetan, sum er hin fyrsti at brúka Twitter og Facebook.

Trump svaraði beinanvegin aftur, tá filmsleikarin Meryl Streep legði eftir honum á Golden Globe veitslu í farnu viku, so øll kundu lesa aftursvarið frá forsetanum.

Miðlarnir vita ikki, hvussu teir skulu handfara hesa sjáldsamu støðu, har forsetin skrivar á Twitter, so veljarin kann lesa við. Eftir stendur, at øll vilja lesa um Trump og tað, hann ger. Tí er hann góður fyri amerikanska miðlaídnaðin.

- Donald Trump elvir til góð hyggjaratøl í sjónvarpi, nógv klikk á netinum og fleiri haldarar, eisini av bløðum, sum eru beint ímóti Trump, tí hann skapar áhuga, óansæð hvat hann ger, sigur Swanson og vísir á, at demokratar hava altíð stríðst við Fox News, men Trump er longu í stríð við allar miðlarnar.

Avbjóðingin hjá pressuni er longu nú at gera av, hvat átak hjá Trump pressan skal dekka ella ikki.

Hóast eingin veit, hvar hetta sirkus við Trump í miðdeplinum fer at enda, so er tað ein sannroynd, at íkomna støðan, sum aldri er sædd áður, gagnar báðum pørtum, pressuni og forsetanum, vil Ian Swanson vera við.


Niðan fyri eru dagsins boð til heimin frá Donald Trump á Twitter. Eitt nýtt orð á sosialt samskiftandi móðurmálinum: ein tvittur, sum verður tvitraður, her er ein Trumptvittur: