11.2.17

180 gramm av vinyli


Í dag bjóðar Olivur Eystberg úr Skopun til vinyldag í Tutli á Káta Horninum í Havn. Við søludiskin eru hansara plátufavorittar Radiohead og Pearl Jam, allar LP plátur í 180 gramm kvaliteti. Hann hevur sjálvur plátuspælaran við, ein Rega Planar 2, har exploitation filmurin Death Proof  hjá Tarantino frá 2007, snurrar á tallerkinum, meðan Rega Carbon nálin grøvar í rilluni.


Í plátukassunum standa nýggjar pressingar av klassiskum LP plátum. Við nýggju Konni Kass LP'ini í baksýni eru tað niðurlendski bólkurin Focus, amerikanska Lauryn Hill, sum eg var púra bitin av um aldarskiftið, og so tað allar besta 180 gramm tilboðið í dag: Pearl við Janis Joplin, sum upprunaliga kom út í 1971.


Døgurðatúrurin í Tutli gav mær orsøk at fara á loftið og blaða í plátusavninum, ið hevur staðið órørt í mong ár. Ein av fyrstu plátunum, sum eg rendi meg í, er akkurát 50 ára gamla Electric Music for the Mind and Body við Country Joe and the Fish. Plagdu at spæla hesa plátu hjá Ellindi í 1973 ella har á leið. Mong ár seinni keypti eg originalu Vanguard plátuna í GUF handlinum í Brønshøj í Danmark. Hann er langt síðani latin aftur, GUF handilin, við øllum teim áhugaðu sølufólkunum, sum settu persónlig merki og frágreiðandi lepar á pláturnar. Ein handil fyri nørdar.


Hóast plátuspælarin hevur staðið á ovastalofti í mong ár, er grammofonplátan í LP formati enn ein miðil, sum eg seti mínar vónir til, og vætni, at hann fer at koma aftur, tá fólk ikki tíma takleysa tónleikin longur. Tónleikin, sum eingin veit, hvar hann kemur frá. Stereoanleggini eru ov smá og ljóða ikki fragari enn eitt transistorradio. Tey nytta einki. Eg vænti, at plátuspælarin fer aftur at verða eitt møbilstykki í eini nútímans stovu, har til ber at seta seg afturá í djúpa stólin við 30x30 cm plátuhúsanum í hondini, einum húsa, sum framman er eitt grafiskt listaverk og aftan hevur liner notes, eina skriftliga framseting av innihaldinum, sum tú letur upp og luktar - innan tú hoyrir. Tí tónleikur er eitt taktilt fyribrigdi, sum kann skerast, pressast og mátast. Til dømis í 180 grammum.