23.2.17

Bretsk sosialrealisma í Havn


Í dag byrjar altjóða filmstevnan Stockfish í Reykjavík. Frændir okkara fyri vestan vísa Ég, Daniel Blake, sum er íslendska heitið á nýggjasta filminum hjá 80 ára gamla Ken Loach, sum í 1969 gjørdi ein av mínum yndisfilmum, Kes. Okkara filmisku vegir krossast ofta. Á Stockfish filmstevnuni vísa tey komandi vikuna norska Kongens nei, sum Filmsfelagið vísti 2. februar, og Edvard Heen innleiddi; svensku Den alvarsamma leken, sum Hanus Kamban innleiddi 18. januar, og Sameblod, sum Heðin M. Klein fer at innleiða í Havnar Bio mikukvøldið 29. mars í ár. Atgongumerkjasølan er longu byrjað. Her er eyðkennið hjá Stockfish frændum okkara í Íslandi:



Sama gera vit í Havn mikudagin. Vísa nýggjasta frá fremsta bretska sosialrealisti, Ken Loach, sum vann Gylta Pálmin í Cannes í fjør summar. Sýningin við I, Daniel Blake er í Havnar Bio mikukvøldið 1. mars kl 20:00.


Tá fer Høgni í Stórustovu, deildarleiðari á tænastudeildini í Arbeiðsloysisskipanini, at innleiða sýningina í Filmsfelagnum. Filmurin um arbeiðsleysa Blake hevur 11 ára aldursmark. Væl møtt til eina inniliga og minniliga sýning - um arbeiðsloysi!