9.2.17

Der Berlinale byrjar við Django í dag


Í dag byrjar ein av kendastu filmstevnum, Der Berlinale, í Berlin. Stevnan, sum hevur 67 ár á baki og varar í 10 dagar, sýnir 400 ymsar filmar tilsamans 1000 ferðir. Í fjør søgdu bilettmaskinurnar, at ein hálv millión vitjaði biografarnar. Innboðin vóru 17.000 filmsfólk úr 120 londum, og teimum á baki 4000 journalistar úr 90 londum. Kostnaðarætlnin er í ár 24 milliónir € og stevnan fær 7,2 milliónir € frá almennu týsku mentanarmyndugleikunum.

Her síggjast allir tyskir upplýsingar um stevnuna í ár.

Frá í dag kappast 18 filmar um gull og silvurbjarnir í Berlin. Í fjør vann italski flóttafólkafilmurin Havið brennur, sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio. Í staðin fyri einsháttaða mainstreamslagið av filmi úr Hollywood, er tað í Berlin at nýskapandi samproduktiónir úr ymsum mentanum verða lyftar fram, gjøgnumlýstar og fagnaðar, til dømis í filminum Felicité, sum londini Frakland, Senegal, Belgia, Týskland og Libanon standa saman um.


Tiltakið í Berlin er so stórt, at 12 sjálvstøðug katalog kunnu takast av netinum og prentast heima, ella bara lesast á telefonini meðan tú gongur i býnum. Umframt kappingarskránna, er European Film Marked kend, tí hon hvørt ár lýsur gongdina í filmsgerð í okkara heimsparti.


Byrjanarfilmur er Django, sum lýsir gittaristin Django Reinhardt (1919-1953), og hvussu hann flýggjar undan nasistunum undir krígnum í Fraklandi. Hetta er fyrsti filmur hjá Etienne Colmar, sum fyrr hevur produsera Timbuktu, sum Filmsfelagið eisini hevur víst. Flóttafólk eru aftur evni í filminum hjá finska Aki Kaurismaki, Hinumegin vónina.


Uttanfyri kappingarskránna er Danny Boyle, sum 20 ár eftir upprunafilmin hevur gjørt T2 Trainspotting, sum hevur selt nógv atgongumerki, og verður vístur her heima 2. mars. Panorama er enn ein spennandi skrá, sum sýnir 51 filmar úr 43 londum. Programmleiðarin Wieland Speck, sum hevur ein lítið fjaldan forkærleika fyri Føroyum, sigur, at Panorama skráin í ár er um pararealitetir: “the historical awareness displayed by many films in this year’s programme, "pararealities" from Islamic State to Trump and the vanished lightness in storytelling.”


NATIVe er ein serliga spennandi filmskrá, sum lýsur upprunafólk og teir filmar, tey gera í útjaðaranum. Her finna vit sámiska filmin Sameblod, sum verður vístur herheima 29. mars.


Millum mongu heimildarfilmarnar er I’m Not Your Negro, har Samuel L. Jackson lesur úr Remember This House, har rithøvundurin James Baldwin (1924-1987) skrivar um eitt rasuskilt USA, sum er fyri svørt og hvít hvør sær.

Formaður í dómsnevndin í høvuðskappingini í Berlin er Paul Verhoeven og millum hini eru Olafur Eliasson og Maggie Gyllenhaal. Tann av 18 filmunum, sum vinnur Gullbjørnina í Berlin, verður kunngjørdur í Berlin Palast 18. februar.

At síggja til eru samproduktiónirnar millum fleiri lond, teir mest áhugaverdu filmarnir í ár, til dømis filmurin Félicité. Tey nøvn eg annars kennist við millum filmarnar í høvuðskappingini, eru Volker Schlöndorff, Agnieszka Holland, Sally Potter og ikki minst finski Aki Kaurismäki.

Hesir 18 filmar eru í høvuðskappingini í Berlin:

Ana, mon amour (Călin Peter Netzer, Rumenia og Russland)

Bamui haebyun-eoseo honja (On the Beach at Night Alone, Hong Sangsoo, Suðurkorea

Beuys (Andres Veiel, heimildarfilmur, Týskland)

Colo (Teresa Villaverde, Portugal)

The Dinner (Oren Moverman, USA)

Django (Étienne Comar, Frakland, byrjanarfilmur)

Félicité (Alain Gomis, Frakland, Senegal, Belgia, Týskland og Libanon)

Hao ji le (Have a Nice Day, Liu Jian, Kina, animatiónsfilmur á mandarin)

Helle Nächte (Bright Nights, Týskland og Noreg)

Joaquim (Marcelo Gomes, Brasil og Portugal)

Mr. Long (Sabu, Japan, Hongkong, Kina, Taivan, Týskland)

Una mujer fantástica (A Fantastic Woman, Sebastián Lelio, Kili, USA, Týskland, Spania)

The Party (Sally Potter, Bretland)

Pokot (Spoor, Agnieszka Holland, Pólland, Týskland, Kekkia, Svøríki, Slovakia)

Return to Montauk (Rückkehr nach Montauk, Volker Schlöndorff, Týskland, Frakland, Írland)

Testről és lélekről (On Body and Soul, Ildikó Enyedi, Ungarn)

Toivon tuolla puolen (The Other Side of Hope, Aki Kaurismäki, Finnland, Týskland)

Wilde Maus (Wild Mouse, Josef Hader, Eysturríki)