22.2.17

Fyrsti várdagur


Í dag er fyrsti várdagur, sum regnváta myndin av Húsabrúgv í Havn bendir á. Besta og drúgvasta tekin um vár varð tó, at matstovan KOKS í Kirkjubø fekk Føroya fyrstu Michelinstjørnu á samkomu í Stockholm í dag. Til lukku við tí! Hóast bíleggingar streymaðu inn, tá boðini bórust, er matstovan stongd fyri veturin, og letur ikki upp aftur fyrr enn í april við 25 eksklusivum plássum í Kirkjubø, har náttúra og rávøra ganga í eitt. Og í kvøld vísur filmsfelgið La La Land, sum er í uppskoti at fáa 14 Oscarvirðislønir sunnukvøldið, sum er tað mesta nakrantíð. Vit eru fyrsta Norðurland at síggja filmin. Dagsins várliga blómutyssi, millum lilla og gult, kann neyvan verða betri.