26.2.17

Havnarlagið í lágari sól


Hóast kuldi er í luftini, er farið um fyrsta várdag. Sólin stendur ikki serliga høgt enn og tíðliga fer hon undir. Omanfyri sæst bátahylurin á Argjum, har marglittur fiskireiðskapur, dunkar og kassar, síggjast á bryggjuni. Hinumegin, undir róðrarneystinum, har tey hava latið vindeyguni upp á víðan vegg eftir veitslu í gjárkvøldið, speglast bátahavnin í einum nývaskaðum Citroen C4.


Á gamla Bacalao spula og skúra tey gólvið, meðan tjaldursgrælingar royna at finna eina tuggu, innan hon fer í frárenslið við opnu hurðina.


Av Viðarnesi sæst yvir á Eystaru bryggju, har eitt av farmaskipnum hjá Eimskipi, Brúðarfoss, lastar bingjur.


Í oljuhorninum framman fyri Vónini liggur ein av fýrakantaðu tvíkiljunum og gnaddar. Innan Matisse-blái skrokkurin verður málaður aftur, er hann beint nú eitt spennandi grafiskt mynstur, sum er klárt til maritimt sjóprent.


Har liggur Mýlingur av Eiði og blánar í sólsetrinum á Vestaru vág.


Inn móti gyrðingini er lagdur alskyns fiskureiðskapur av stóra slagnum, sum ivaleyst grópar harðliga eftir botni og larmar illa. Upp móti Tinganesi er hetta ein forvitnislig sjón, ikki minst rustaðu bobbensarnir, sum er málaðir við hvítum blettum.


Ytst á kaikantinum liggja liðilig plastrør við Skansanum í baksýni. Kanska hava tey sogið makrel. Ein rustaður tangi við einum forvitnisligum plastapparati sett omaná, stendur við síðuna av.


Æðurnar svambla framvið og bretta sær á í seinastu sólstrálunum á Vestaru vág.