6.2.17

Í Havn og ikki Hollywood


Kendi danski ølbryggjarin Mikkel Borg Bjergsø hevur longu sett Havnina á kortið, hóast long tíð er til hann fer at lata upp eina Mikkeler barr hjá Eiriki í Gongini, niðast í Bringsnagøtu, har Gullhornið var fyrr. Myndina tók eg, eins og hinar, úr bilinum í morgun.

Orsøkin er, at nýggi danski ølkongurin, Mikkel, fyri trimum døgum síðan var í TV2, og greiddi frá um eina matstovu í Keypmannahavn og sjey nýggjar barrir, sum Mikkeler fer at lata upp úti í heimi.

Framman undan hevur Mikkeler 27 barrir úti í heimi, har tað sjáldsama, unikka, er í høvuðssæti.

Tær sjey nýggju barrirnar, sum nú koma, eru í Los Angeles í USA, í Stockholm í Svøríki, í Tokyo í Japan, í Berlin í Týsklandi, í Warszawa í Póllandi, í Chiang Mai í Tailandi og sum rosinan í pylsuendanum í Havn her hjá okkum.

Danskir journalistar hava rímiligvís endurgivið framtíðarætlanirnar hjá alterntiva danska ølkonginum, sum er serliga spentur uppá einu barrina.

- Den bedste strategi ud fra et økonomisk synspunkt ville jo nok helt klart være at åbne 20 nye barer i USA inden for det næste år, men det her projekt sætter vi i vandet, fordi vi har fundet en fantastisk location, og fordi vi kan se, at det har potentialet til at blive en af de mest unikke ølbarer i verden, segði Mikkel Borg Bjergsø.


At hann meinar við komandi barrina í Gongini hjá Eiriki Lindenskov, er so ósannlíkt í donskum journalistikki, at spolað verður framvið norðuratlantiska hjálandinum, sum longu frammanundan er hart rakt av danafobiskum undirlutakenslum, tvørtur um Atlantshav og endar í Hollywood í Los Angeles. Hvat tá.

So mikið stuttligari fyri ein føroyskan lesara er, tá danski netmiðilin FødevareWatch, má gera hesa rætting og dagføring ovast á breddanum um Mikkeler-tíðindini:
Denne artikel er blevet rettet kl. 10:51 den 3. februar 2017 således, at det tydeligt fremgår, at Mikkel Borg Bjergsø mener, at det er baren i Thorshavn, som har potentialet til at blive en af de mest unikke ølbarer i verden. Andre medier kan have fejlciteret den tidligere version af artiklen, således at det har fremstået, som om det var baren i Los Angeles og ikke Thorshavn, han henviste til.
So kunnu tit læra tað, danskir journalistar. Mest sjáldsama Mikkeler barr verður í Havn. Onga aðra staðni.