7.2.17

Sámablóð


Sámiska tjóðardagin gjørdu Filmsfelagið og Havnar Bio avtalu við danska filmsútleigaran Bazarfilm at vísa virðislønta filmin Sameblod mikukvøldið 29. mars.

Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, FIMFF, sum verður í Havn í september.

Leygarkvøldið vann filmurin heimsins størstu filmsvirðisløn á árligu filmstevnuni í Göteborg, The Dragon Award, har ein millión svenskar krónur fylgja við. Omanfyri síggjast leikstjórin og systrarnar Sparrok í filminum Sameblod.

Hetta er fyrsti filmur hjá Amandu Kernell, sum er í spælifilmslongd.

Filmurin varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia í fjør, har hann fekk tvær virðislønir, og hevur verið sýndur í Toronto, á Sundance Film Festival og í Tokyo.


Amanda Kernell er fødd í Umeå í 1986. Mamman er svensk og pápin sámi. Síðan í 2006 hevur hon gjørt virðisløntar stuttfilmar fyri Direktörn & Fabrikörn, til dømis Semestersystern, ið varð kosin besti stuttfilmur fyri børn og ung í 2009, og Att dela allt, sum fekk 1 km Film-virðislønina sama árið.

Amanda Kernell er útbúgvin á Biskops-Arnö at skriva til pall, og hevur verið á Filmpool Nord skeiði í at skriva handrit til low-budget spælifilm. Í 2009 byrjaði hon á danska Filmskúlanum í Keypmannahavn. Fráfaringarfilmurin í juni í 2013 nevndist The Association of Joy.


Lítla danska filmsútleigarafelagið, Filmbazar, hevur keypt rættindini at vísa filmin í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Filmbazar sigur m.a. soleiðis um Sameblod: "Elle Marja er ein 14-ára gomul sámisk genta í Svøríki í 1930’unum. Tá hon í skúlanum verður kannað fyri uppruna og ættarbregði, fer Ella Marja at droyma um eitt annað lív. Skal dreymurin ganga út, má hon gerast ein onnur og slíta øll bond til familju og mentan."

Myndirnar eru allar av Facebook profilinum hjá Sameblod.