Skip to main content

Sameblod eina millión í virðisløn


Svenski filmurin Sameblod (Amanda Kernell 2016) hevur í kvøld vunnið Dragon Award á filmstevnuni í Göteborg sum besti filmur í ár. Umframt virðislønina fær filmurin eina millión svenskar krónur, sum er størsta peningaliga filmsvirðisløn í heiminum.


Filmurin er um 14 ára gomlu sámisku Elle Marja, sum veksur upp í Svøríki í 1930'unum. Her er svenska grundgevingin sum dómsnevndin kunngjørdi í kvøld:
Sameblod berättar historien om den samiska tonårsflickan Elle Marja (Lene Cecilia Sparrok) som bestämmer sig för att ge upp sin samiska identitet och söka ett nytt liv i Uppsala. Motiveringen lyder: Priset tilldelas en film med ett universellt tema som kommuniceras genom en smärtsam aktuell porträttering av en minoritetskamp. Huvudkaraktärens resa, de svåra valen och uppoffringarna hon måste göra är inte bara väldigt väl dramatiskt grundade, men lyckas också med att berätta en gripande historia om identitet i en hård historisk kontext. En imponerande debutfilm med ett kraftfullt framförande i huvudrollen. 
Sameblod fekk eisini Sven Nykvist Cinematography Award fyri avrikið hjá fotografinum Sophia Olsson við hesi grundgeving:
Den vinnande filmens fotografi förstärker berättelsen med sin elegans och enkelhet. Den avancerade visuella gestaltningen stöttar handlingen. Genom den skickliga användningen av dramaturgiska grepp ramas huvudkaraktären in mot den hårda omgivningens bakgrund. 
Í dómsnevndini, sum í báðum førum kunngjørdi vinnaran í kvøld, sótu Ita Zbroniec-Zajt, filmfotografur, Hisham Zaman, leikstjóri, Jacob Neiiendam, listarligur leiðari á CPH:PIX og Margrét Örnólfsdóttir, handritahøvundur.

Hetta er fyrsti filmur hjá svensku Amandu Kernell. Fyri tað avrikið vann hon fyrstu virðisløn, The Fedeora Award, fyri filmin Sameblod í Venezia í fjør. Samstundis vann hon eisini Label Europa Cinemas á sama stað, og Human Values Award í grikska býnum Thessaloniki.

Svenski filmurin Sameblod verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio í mars.