Skip to main content

Søtur tónleikur frá Jacob Vestergaard!


Í dag varnaðist eg, at Jacob Vestergaard fer at leggja fram uppskot, at taka Føroyar heim, soleiðis at skilja, at nú skal verða loyvt okkum at tekna okkara egna land, gera okkara egna kort, og við fullum loyvi brúka Føroyakortini í okkara egnu føroysku skúlastovum, og stovum yvirhøvur. Tað er so sjálvsagt, at eg øtist, at tað ikki langt síðan er gjørt. Niðanfyri sæst í viðmerking, hvussu gamalt málið er, og nær og hvussu ofta danski myndugleikin hevur spurt, nær vit fara at taka Føroyar heim. Næsta ár fyllir málið 90 ár. Nú eru stundir at lata søgu vera søgu og hyggja fram eftir. Alt tað besta hiðanifrá, at fáa hetta mál ígjøgnum tingið uttan nakað mótmæli. Tí hvør skal verða ímóti at fáa Føroyakortið lógligt heima hjá okkum sjálvum? Tá fáa vit eisini staðfest ein heimligan kortmyndugleika. Go for it!