Skip to main content

Tá listin verður markleys


Hóskvøldið gjørdi MoMA, Museum of Modern Art í New York, eina lítla men týdningarmikla og ikki sørt djarva broyting í føstu framsýningina á fimtu hædd.

Sjey verk, teirra millum Picasso og Matisse, vóru tikin av vegginum.

Í teirra stað vórðu sjey verk úr muslimskum londum tikin úr savnsgoymslunum, við hesi frásøgn, sum gjørdi allan munin:
This work is by an artist from a nation whose citizens are being denied entry into the United States, according to a presidential executive order issued on Jan. 27, 2017. This is one of several such artworks from the Museum’s collection installed throughout the fifth-floor galleries to affirm the ideals of welcome and freedom as vital to this Museum as they are to the United States.
Eg havi onga mynd av aktuellu framsýningini, sum New York Times skrivar um, men almenna gerðin og mentanarsterka inntrivið, minnir meg á norska plátuforlagið Kirkelig Kulturverksted, sum gjørdi nakað tað sama við útgávuni Lullabies from The Axis of Evil í 2004.

Fjúrtan skeringar eru á fløguni, har kvinnur úr Irak, Iran, Norðurkorea (The Axis of Evil) og Sýria, Libia og Kuba (beyond the Axis of Evil), syngja vøgguvísur. Afganistan og Palestina eru løgd afturat, og vesturlendskar sangarinnur syngja somu vøgguvísur á egnum máli.


Norski framleiðarin Hillestad tók vendingina The Axis of Evil frá amerikanska forsetanum George W. Bush, sum brúkti hana í State of the Union taluni í 2002.

Tónleikapressan var í iva um óvæntaðu útgávuna, men Washington Post segði lakoniskt, at "The most thought-provoking musical statement made this election year just might be a CD of heartbreakingly beautiful songs for babies."

Nettænastan Allmusic, sum byrjaði í 1991, helt at hugskotið var framúr, meðan tónleikurin var vánaligur: "The idea is excellent - giving a human face to those countries labeled by George W. Bush as "the axis of evil" in his 2002 speech. But it's the music that lets the project down."

Norski útgevarin segði, at fleiri sangarar vildu ikki vera við, tí tey væntaðu at verða boycottaði av plátufeløgum og miðlunum, sum átti lívið í teimum. Rætt hevði hann. Amerikanska umboðið hjá Kirkelig Kulturverksted var Valley Entertainment. Tey kunngjørdu í 2007, at nú vóru tey sett á ein svartalista “blacklisted in 2007 by the George W. Bush administration because of its release”. Norski útgevarin váttaði at svartalistin hjá Bush var til, og at teirra amerikanska samband nú var sett á hann.

List krevur dirvið og hevur ein kostnað í marknaðarstýrda heiminum. Tí er tað hugvekjandi, at eitt stórt, søguríkt og viðurkent listasavn ger júst so, sum tey gjørdu hóskvøldið á MoMA í New York og í Kirkjuliga verkstaðnum í Oslo í 2004.