Skip to main content

Tvey bløð úr Hundraðlandinum á Blásiusmessu


Í dag verða donsk viðurskifti og danskt mál viðgjørd í báðum fríggjadagsbløðunum. 100% dekningur. Sosialurin sigur við løgfrøðinginum Bárði Larsen sum keldu, at vit kopiera ov nógv, og eru ikki tilvitað um okkara avmarkingar og enn minni førleikar. Tí halda vit bara, at alt skal vera sum í Danmark og kopiera við høvdinum undir arminum. Kopiera úr Hundraðlandinum sum eg plagi at siga, tí har er alt hundrað ferðir størri og sterkari enn her í Uttangarðslandinum hjá okkum. Tí er tað sjálvsagt, at vit í einum og øllum leita til Hundraðlandið, sum eisini er á evropeiska meginlandinum við góðum veðri og øllum. Sama letur dagsins Dimma okkara innastu tjóðskaparmønu, felagsskapin Heim og Skúla, gera. Eisini tey leita til Hundraðlandið at hoyra, hvussu spælireglurnar eru, og hvør man vera á hvørjum vallarparti, vit ella hini. Tey hava hidkalt en sagkundig at siga okkum tað. Tað er sjón fyri søgn, ella skuldi eg í hesum føri sagt sókn. Sjón fyri Føroya sókn. Eg gerist meir og meir sannførdur um, at fáa enskt framm í fyrsta flokk, at sleppa undan hesum haftinum, sum danskt er blivið í einum og øllum. So vórðu eingir politiskir lønar- og fyrisitingartímar eftir til danskt í skúlaverkinum, tí allir fóru til enskt. Tað er ikki tann handils-, lærdóms- ella miðlastovnur her á landi, sum ikki hevur danskt í sínum skjaldramerki og dagliga virksemi, hóast tað einki hevur við hvørki smakk, samskifti ella vitan at gera. Allíkavæl skal alt gott og vitanartungt vera á donskum. Nei, eg spyrji bara hví, nú 100% av føroysku bløðunum blástu lív í ein gamlan spurning á Blásiusmessu og líktornið fór upp at bløða.