Skip to main content

Jamen, tey eita so har suðri...


Í gjárkvøldið kom ein suðringur á vitjan við eini várbjór. Hann var komin av norskum skipi, og á borðinum lá Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum eg akkurát hevði lagt frá mær.

Kundi ikki halda mær, men mátti lesa eitt søgupetti úr Sumba, har høvundurin málar eitt so livandi almugulív, sum eg ikki havi sæð á prenti áður. Hægri undirhaldskarat á móðurmálinum havi eg ikki rent meg í, og tað so langt ífrá.

- Og so eru tað nøvnini, sum Jóanes hevur funnið uppá. Symfor, Gospan, Schønning, Læin og Dalahann. Tað er eitt fantastiskt hugflog at hava funnið uppá hasi sjáldsomu nøvnini, sigi eg við gestin úr Vági.

- Jamen, tey eita soleiðis har suðri. Í Sumba og Vági eru hatta livandi nøvn og fólk eita so, sigur hann, og biður lova sær at lesa.

Tá kemur ein granni framvið, og fer at tosa um Tóvó, og eg haldi løtuna verða heilt surrealistiska. So skilji eg, at hon tosar um systkinabarnið, og ikki persónin í søguni hjá Jóanesi. Eg spyrji, hvar hann búði, Tóvó.

- Yviri við Strond, har tey gjørdu livirpostei, sigur grannin.

Tað var fantastiskt, hugsi eg. Tvey hús heimafyri hjá Jóanesi. Eftir lítlari løtu hevur veruleikin yvirhálað Bommhjarta. Ella er tað øvugt, at fiktiónin hevur etið seg inn í veruleikan í Sumba, Havn, Klaksvík, Keypmannahavn, Noregi og Grønlandi? Í episodiskum kapitlum, sum springa í tíð og stað, og ganda fram poetisku søguna um altjóða arbeiðaran?

Í Havn eru Mikkjal í Grønlandi, Gustav á Sundi og Neli. Hann býr langt úti á Landavegnum, meðan gubbin, Leivur Restorff, býr longur heimi á Landavegnum, har hann fjalir eina døkka nazistiska fortíð. Tá guðsonurin bankar uppá tann 20. apríl er einki svar. Hann fer varisliga inn, og verður kløkkur tá hann sær gubban í svørtum naziuniformi. Við hondini á knívinum heldur hann føðingardagin hjá Hitler og kundi sum einki gjørt av við hann, forvitna drongin á Landavegnum, sum als ikki er Jóanes, sum Barnaverndin sendi til skips, 14 ára gamlan. Tað setti skikk uppá fýrin, sigst, stendur í bókini.

Soleiðis verður søgan vovin eftir Landavegnum, onkuntíð sum hjá Ole Lund Kirkegaard, og aðrar løtur staðfestandi eina arbeiðarasøgu í Havn, sum tá hann er heima hjá Karl Johansen í Arbeiðsmannafelagnum og konan úr Hesti talar at, tá prátið kemur inn á taxakoyring við Neistagentum í einum Rambler til Vestmanna.

Soleiðis grípir eina søgan hina næstu.

Her er ein so smittandi gleði at siga magiskar søgur úr okkara egna veruleika, at tú verður púra burtur í teimum, søgunum, sum snara í allar ættir og eisini fara um landamørk.

Vit eru við, tá brúgvin um Oyrarsund verður bygd, tí nú er høvuðspersónurin mynstraður sum kokkur á norska sandbátinum Øverland, sum seinni fer til Grønlands, har vit uppliva sterkastu myndina: fimm flúgvandi sleðuhundar, sum í morgunfrostinum hava etið ein bátsfelaga, ið hevur vitjað hina heitu Bolettu.

Ógvusliga kjøtuligheitin er ikki bara sexuelt explisitt, men eisini blóðiga staðfestandi.

Carl Jóhan fær eina karga lagnu, og nú vit nevna hann, kemur mær til hugs Bókina um tað góða (2015), sum so livandi lýsti eitt verkamannaheim á Bakkahellu í Havn. Eitt nýtt tema í lættlisnum nútíðarskaldskapi. Tað dámar mær væl.

Bølbiðjararnir er eitt hugtakandi fyribrigdi í Bommhjartanum. Tað er ein sekt, sum við bønarkraft roynir at skapa eina javnvág í samfelagnum. At messa og biðja eins ilt yvir stjóran í Statoil, og hann gjørdi teimum familjum, ið 123 menn doyðu frá, tá boripallurin Alexander Kielland koppaði í 1980.

Vit fáa eisini eitt boð uppá hví og hvussu spreingingin í kjallaranum í Tinghúsinum fór fram í 1945.

Togtoganin millum høvuðspersónin í Havn og vinmanninum í Klaksvík, sum nú er stórreiðari, gevur eina góða javnvág í kompleksu søguni, har alt hevur eina forkláring. Um ikki annað so í eini uppspunnari røvarasøgu. Meir av teimum. Magisku søgunum av Landavegnum í Havn.