1.4.17

Bankatoskur og Chablis heima í Havn


Fríggjakvøldið bjóðaði Rógvi Dalsgarð, matstovuleiðari, til eina drúgva Bankamatskrá í Barbara Fish House. Veiðan er frá Magnusi Heinason, sum hevur gjørt eftirlitstrolingar á Føroyabanka í døgunum 24.-30. mars.

Undir heitinum Fongur av Føroyabanka er hetta skráin til og við sunnukvøldinum 2. apríl.

Omanfyri sæst høvuðsrætturin, bouillabaise við toskanakka, karamelliseraðum leykpuré og safran. Sjáldsami borðbúnaðurin, sum bendir á heimligan autentisitet, er eitt av fremstu eyðkennunum í matstovuni.

Her er Rógvi við fyrstu av trimum Chablis.


Fyrr um dagin hevði Ólavur Heinesen úr Leirvík skorið flak uppi á Hotel Føroyum saman við Ólavi Sjúrðarberg. Hann er 69, og 9 ára gamli Lukas Gudrunarsonur Mortensen slapp eisini at royna seg vid knívinum.


Ólavur, sum her situr saman við bygdamanninum Ingvar Joensen, hevur siglt úti í 55 ár. Fyrst við slupp, síðan línubáti og trolara, og síðan 1970 sum skipari.

- Í heyst verið eg 70, sigur Ólavur og smílist. Hann hevur brýnt á stálið og skorið allan dag. Nú sita teir báðir við konum við næsta borð og njóta úrslitið.


John Mikkelsen, sum er í uppskoti at verða kosin besti tænari í ríkinum, livir upp til nomineringina. Hann bjóðar okkum at smakka nýggja Mikkelerbryggið, sum er gjørt hjá Okkara, og hevur fingið heitið Gullhornið. Ein gylt IPA, sum leggur seg í ein tíðarrættan beiskleika, okkurát sum eg vil hava hann, nakað í beiskari fruktslekt við kaliforniska Sierra Nevada.


Gullhornið verður heilt vist ein væleydnað bjór, probably hin besta eg havi smakkað, ikki minst nú Mikkeler fer at lata upp í samnevnda grannahúsinum.


Her er John saman við eins smílandi Kristinu Skaalum Gunnarstein.


Bankatoskurin er serstakur stovnur. Anatomiskt víkir hann frá landgrunstoskinum. Hann er hvítur, skræðan er grøn og royggið er hvítt. Kennarar vita at siga, at hetta er besti toskur at fáa í Spania og Italia, um talan er um vátsaltaðan tosk.

Rógvi borðreiðir fyrst við trimum spanskum brellbitum, pintxos, sum flotta altjóða matskráin heima í Havn sigur. Fyrst fyri er rimmaður knurrhani, síðan uggar av toski, sum eru vendir í súrróma og at enda bakað toskarhøvd við choritzohvítleykssmøri.


So koma tvey stykki av stoktari hýsu við mole madre av sama túri á Føroyabanka. Eitt í part.


Mín borðharri í kvøld er Jóhan Petur Niclassen. Umframt at ganga í skúlaflokki saman, vóru vit grannar í Havn og savnaðu plátur.


- Hetta er gastronomi á altjóða støði, sum samstundis sigur eina søgu, heldur Jóhan Mortensen fyri. Havbotnurin á Bankanum hevur somu eyðkenni sum undirgrundin í Chablis, og tí riggar úrvalda vínið so serstakliga væl til rávørur av Bankanum.


At kunna matcha føroyskan Bankatosk so væl við franskt vín úr Chablis, er eitt undurverk, sigur Jóhan av grannaborðinum. Ímeðan skeinkir Rógvi trý ymisk sløg av Chablis til rættirnar.


Tá høgguslokkurin av Bankanum kemur inn á borðið, eri eg so burturi í nýggjasta Chablissmakkinum, at eg gloymi myndina og má lána eina frá Mortani í Hamrabyrgi.


Afturvið grillaða høgguslokkinum er ceviche verde, honningmelón, súrepli, jákupskel og grønur selleridrykkur, ið er lakin, sum cerviche er gjørt í. So kom høvuðsrætturin inn á borðið, bouillabaise við toskanakka. Hann sæst ovast á blogginum.

Vit leggja lok á søguríku og spillfesku Bankamáltíðina við spanskum dessertvíni úr muskattdrúvuni afturvið baskiskari ostakøku, og endaliga við kaffi og calvados. So eru stundir at fara upp gjøgnum leytaran at vitja kokkin í tronga loftskøkinum, Jákup Sumberg.


Her er ikki nógv rúm, hóast gastronomisk meistarverk verða gandaði fram úr hvørjari vrá á loftinum í Barbara Fish House.


Tú skuldi roynt hana, Bankamatskránna í Barbara Fish House. Tú verður mettur bæði í sinni og skinni. Og tit í matstovuni, tit gera tað ríkari, ja beint fram kosmopolitiskt, at ganga mitt í gomlu Havnini eitt fríggjakvøld. Manga takk fyri tykkara matlist, Rógvi og tit øll!