2.4.17

Er stuldursstuðul næstur?


Her eru tríggjar myndir. Fyrsta eitur mín mynd og hinar báðar havi eg kallað stolin mynd 1 og stolin mynd 2. Tær eru allar tiknar í minum bili við mínari fartelefon og við sama instrumentbretti og viskara fremst fyri. Myndaevnið er partapolitiskar plakatir við Ringvegin í Havn beint undan løgtingsvalinum seinasta. Nú hevur sama løgting samtykt, at privatir miðlar kunnu søkja um miðlastuðul. Sum púra privatur frítíðarbloggari spyrji eg meg sjálvan, um nakrar treytir fylgja við møguliga miðlastuðlinum. Til dømis at virða upphavsrættin, sum herfyri varð umsettur úr donskum og segðist vera settur í gildi fyri privat og almenn í Føroyum innan og uttanfyri Ringvegin. Nei, eg bara spyrji. Ovasta myndin er sum sagt mín. Ikki tí, tað eru hinar eisini. Men Kringvarpið sigur í fyrra førinum niðanfyri, at myndin er úr teirra savni, altso ein savnsmynd hjá Kringvarpinum. So kann Portalurin í triðja lagi og tað av røttum siga, at Kingvarpið eigur myndina. - Eru miðlarnir farnir at ganga undan í tankanum um fólksins ogn, so at allar miðlaðar myndir nú eru kollektivar og fríar at brúka hjá øllum, tí tær nettupp eru fólksins ogn? Nei, eg bara spyrji.