19.4.17

Gjógv - eitt livandi postkort


Sunnukvøldið sendi Kringvarpið nýggja heimildarfilmin Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið, sum Uni Arge og Hans Petur Hansen hava gjørt. Filmurin varir útvið ein tíma, og í endanum sæst, at Gjáargarður eisini er ánari av filminum.

Ferðavinnumálið Gjógv er tí eins greitt í fokus og lýsingin av eini av mongu føroysku bygdunum, sum hóast vegasamband í nógv ár, liggja í andalopi.

Síðan aldarskiftið hevur heimildarfilmur tikið dik á seg, bæði herheima og úti í verð. Fólk og felagsskapir vilja rinda fyri framleiðsluna, og umstøður eru at vísa lidnan heimildarfilm bæði í biografi, sjónvarpi og á netinum.

Í Gjáarkirkju verða vit mint á frágerðafilmin hjá Teiti Árnasyni, Burturhugur - Faroese observations, sum í dag sæst í fýra pettum á YouTube. Ein hugtakandi og stílskapandi filmur av bygdalívi í 2002, innan dronur tóku myndina.

Spildurnýggi Gjáarfilmurin er ein meira siðbundin og stillfør lýsing av sama evni, doyggjandi bygdini, við einum róligum forteljara. Beint fram. Frásøgnin er javnt og gott bundin at vertinum, sum hevur skrivað fjølbroytta og lýsandi tekstin.

Eftir at hava sæð The Islands and the Whales kundi sjálvandi ein annar stílur verið valdur, har somu heimildarfolk í størri mun søgdu frá beint í kamera. Soleiðis er journalistiskt og filmiskt heimildararbeiði altið bundið at redaktionellum niðurstøðum, har valt verður til og frá.

Tað kemur greitt fram í hesum filminum, at ferðavinnan við Gjógv hevur blómað í áratíggju, mótvegis øllum tí, vit hoyra úr Mykinesi, har einki verður bygt upp, men alt rent um koll.

Fotografurin hevur givið sær so mikið góðar stundir, at vit eisini fáa góðar vetrarmyndir afturat teimum obligatorisku innsettu søgumyndunum. Ein krúlla er á søguliga halanum, tá gjáarmaðurin kann siga fyri vist, at tey gloymdu mentuna í uppteljingini eftir fólkaatkvøðuna í 1946, og loysingin skuldi havt verið framd.

Vit hoyra góð orð frá monnum og kvinnum, sum lambið, ið er so hagagott, og um Danmarks-históriuna og Bíbliusøguna, sum tey lærdu so væl í gamla bygdaskúlanum, sum nú er tómur.

Dømi um at tekstur og mynd korrespondera, er tá upplesarin sigur, at einaferð loysti tað seg ikki longur at vera lítil kommuna, og lagt varð saman. Á myndasíðuni síggja vit tá eitt lítið lamb, sum hoppar upp á ærina. Greið og einføld filmisk frásøgusnildi við vegjaðaran á staðnum.

Í kirkjuni og kirkjutúninum verður samanhangskraftin hjá bygdafólkinum definerað. Deknaguðstænasta er inni, men Eiðisprestur savnar kirkjuliðið í túninum, biðjur eina bøn, og tað er sum kollektiv føroysk jarðaferð fyri hesi bygd og øllum bygdum í Føroyum, bygdirnar, soleiðis sum vit vilja minnast tær á einum postkorti. Vit hoyra um móðurmálið og um staðbundnu altartalvuna. Sofus, sum arbeiðir í Havn, hevur trýst á play, so vit hoyra urguna á disklum. Hetta er eftir mínum persónliga tykki hápunktið, zenith, í filminum undir Middagsfjalli.

Eftir stendur, at hóast fáment, so er kirkjan burturav hin savnandi faktorurin á bygd, kirkjan, sum vit ikki hava ráð at rinda fyri.

Og so verður sagt, at Gjáarbygd er eitt livandi postkort.

Ímeðan tosar yngsti maður, ið fær frámerkið fráflytari. Hann livir upp til heitið, og gongur út av myndini. Liðugt.

Hóast minnið er svikafult og selektivt, serliga um heimstaðin, so er endin ikki ein deyðadómur.

Afturvið sorgblíða tónleikinum hjá Finni Hansen, hava Gjáarfólk funnið sjálvsmyndina, sum er einki annað enn eitt góðtikið romantiskt postkort, men eisini ein slitsterk framtíðarmynd, ið gevur eina greiða fatan av ferðavinnuni, sum einasta realistiska og lønandi arbeiðsøki, tá rætt verður borið æt. Og eftir øllum sólarmerkjum at døma, verður rætt borið æt í hesi sjáldsomu bygd.

Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið verður endursend í Kringvarpinum í kvøld.