Skip to main content

Henda myndin fær meg til at vilja lívið!


Høgni Rasmussen eigur yvirskriftina. Orsøkin er, at í gjárkvøldið vísti Filmsfelagið nýggja franska filmin Frantz hjá 49 ára gamla François Ozon. Hann er produktivur sum týski Fassbinder. Bara síðan aldarskiftið hevur franski Ozon gjørt fjúrtan filmar.


Ein lítil sekvensur, sum vísur, hvussu effektivt hann brúkar filmsmiðilin, er tá kvinnuligi høvuðspersónurin, Anna, sum er týsk, koyrir í toki í Fraklandi eftir krígslok í 1918, at leita eftir mannliga høvuðsleikaranum, Adrien, sum kendi deyða Frantz, ið gevur filminum heiti. Í eini evarska lítlari løtu speglast krígsrakta fremmandalandið upp á tokrútin, har hon situr. Púra natúrligt, men effektivt glíðandi inn í svørt-hvítu søguna, sum í løtum verður í litum.


At hundrað er eru síðan fyrra veraldarbardaga og at Evropa enn er í kríggi, tí hatursblindaðir fedrar keypa vápn og send synir í kríggj, er ikki úr afturlætnu søgubókunum, men ein ævinligur sannleiki. Tí kveikti tað meg, at Høgni Rasmussen, sum ein av trúføstu biografgangarunum, skrivaði soleiðis á Facebook eftir sýningina í gjárkvøldið:
- Ein tann vakrasti og mest dragandi filmurin, eg havi sæð! Vakur í síni aktuelt álvarsligu og óhugnaligu søgu. Vakur í síni stillisligu forteljing, sum tók meg inn í seg upp á ein forførandi hátt! Fantastiskt tá man verður forførdur og drigin inn í eina verð og eina forteljing og man kemur út úr salinum fullur í tonkum!

- Henda myndin fær meg til at vilja lívið! sigur Høgni um málningin omanfyri, Le Suicidé, sum eg valdi at brúka í yvirskriftini. Hetta eru eisini útgangsorðini í filminum.

Édouard Manet málaði hann frá 1877 til 1881. Málningurin er miðdepilin í filminum Frantz. Men hann fær bæði týska og franska høvuðsleikaran at velja lívið, heldur enn kríggj, yvirgang og deyða, sum fedrar báðu megin markið eggja til.

Ein bæði spennandi og lívgevandi filmisk søga í einum fragmenteraðum og støðugt bumbuhóttum Evropa 100 ár seinni.

Filmsfelagið - har er altíð ein góður filmur! Næsti er úr Iran.